Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 38
134
DÚGVAN
eg, at tygum gott kunna siga mær, hvat ið tað var, ið pápi
tygara gjørdi hina ferðina, tá hann á gistingarhúsinum einki
fekk at eta . .
„Tygum nýttist bert at havt reist spurningin eitt sindur
fyrri, so skuldi eg havt svara beinan vegin. Gev gætur: Pápi
mín fór fyri mongum árum síðani, á hávetri var tað, eina
ferð norð eftir oyggj. Meðan hann soleiðis gekk norðeftir,
kom náttin knappliga á hann. Hann noyddist at leita sær
hús upp, og so kom hann til eitt gistingarbús, ið stóð tætt
við gøtuna . . . .“
Niklas lielt uppat við frágreiðingini, hugsaði seg um
eina lítla løtu, so helt hann áfram: „Hav mær til góðar,
Hanus, eg eri so móður nú, — í morgin tíðliga skulu tyg-
um fáa hina helvtina av søguni“.
Hanus visti nú væl, at tað var til onga nyttu at spyrja
meir, hann fór í song. Hvørki hann ella Malena fingu svøvn
í eyguni alla náttina, so forvitin vóru tey eftir at fáa endan
á søguni.
Endiliga kom lýsingin. Hanus fór úr songini og oman í
stovuna, hvar hann vakti gestin. Niklas reisti seg upp á
gólvinum, fór og vaskaði sær, og bað síðani um morgum-
drekka. Hetta fekk hann, og hann fór síðani yvir til útdyrn-
ar, men so steðgaði hann á, og segði við Hanus:
„Tygum vildi so fegin hava at vita, hvat ið pápi mín
gjørdi hina ferðina, táið hann einki fekk at eta. Tað skal eg
so væl siga tygum: Hann legði seg svangur at sova!
Ná, men eg eri farin. Eg takki fyri meg, og sigi farvæl!“
Og við hesum orðum fór hann avstað.
Hanus stóð eftir sum hann var høgdur í marmor.
Tá kom Malena niður av loftinum, hon gav sær ikki
stundir til at lata seg úr sovibúnaðinum, so forvitin var hon.
„Sig mær so, Hanus, hvat var tað pápi handa óhugna-
liga gestin gjørdi hina ferðina, tá hann einki fekk at eta?“
Hanus klóraði sær í vanganum, so segði hann:
„Hvat hann gjørdi, spyr tú um? . . . Hann . . . hann
pápi hansara var tað . . . hann setti eld á húsið . . . ja, ja,