Dúgvan - 01.12.1941, Page 41

Dúgvan - 01.12.1941, Page 41
DÚGVAN 137 tann vandan, ið rúsdrekka er fyri hús og heim, og fólk og land. Aítaná fundin var hildin hugnaiíg samvera. Fríggjadagin 7. november kl. 11 var fundur hildin, har M. S. Viðstein helt røðu um føroyskan sang. Sama đag kl. 3 var aftur funđur hiidin. har ið Ric. Long flutti røðu um føroyskan skalđskap og føroyskan lesnað. Sama kvøldið kl. 8 var fundur í Ungrnannadeildini í Havn. Formaðurin í Ungmannadeildini Jóhs. Danielsen setti fundin. Síðaní helt hann eina røðu og beyð øllum teim vitj- andi geístunum og limum at vera vælkomin á fund í Ung- mannadeildini. Síðani læt hann M. S. Viðstein, fyristøðumað- ur fyri ungmannastarvið undir N. I. 0. G. T. fáa orðið. Hann helt eina røðu um smíl og kæti sum eisini hin før- oyski fráhaldsungdómurin eigur sín rætt til, tí smílið og kæti eru bæði styrkjandi og eggjandi aftaná tungt og torført áivarsstarv. So var sjónleikurin „Genta søkist“ eftir Peter Michelsen og Knút Wang framførdur undir rungandi fagnaði. Síðani læs Peter Miehelsen upp eina nýskrivaða søgu. Sum so mangan, var tað vorðið seint tá ið fundurin í Ungmannađeildini var lokin. Leygardagin 8. november kl. 3 var fundur, har io Um- dømistemplarin Elias Johansen greiddi frá siðalæru og fund- arskipan. Sama dag kl. 3 var aftur fundur har Shnun av Skarði, háskúlastjóri, flutti røðu um hitt unga og hitt gamla ættar- liðið, teirra hugsan um hvønn annan. Sama kvøldið kl. 8 var ársaðalfundur settur í Umdømis- losjuni. Her gav umdømistemplari Elias Joliansen eina gjølla frágreiðing um starvið í árinum ið fór. Umdømisskrivarin Peter Michelsen legði fram granskoðaðan roknskap fyri sein- asta ár og fíggjarætlan fyri komanđi arbeiðsár. Umdømislosjan samtykti einmælt frágreiðing. roknskap og fíggjarætlan. Síðani góvu útsendingarnir frágreiðingar frá arbeiðinum í teirra losjum og umdømum.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.