Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 41
DÚGVAN
137
tann vandan, ið rúsdrekka er fyri hús og heim, og fólk
og land.
Aítaná fundin var hildin hugnaiíg samvera.
Fríggjadagin 7. november kl. 11 var fundur hildin, har
M. S. Viðstein helt røðu um føroyskan sang.
Sama đag kl. 3 var aftur funđur hiidin. har ið Ric.
Long flutti røðu um føroyskan skalđskap og føroyskan lesnað.
Sama kvøldið kl. 8 var fundur í Ungrnannadeildini í
Havn. Formaðurin í Ungmannadeildini Jóhs. Danielsen setti
fundin. Síðaní helt hann eina røðu og beyð øllum teim vitj-
andi geístunum og limum at vera vælkomin á fund í Ung-
mannadeildini. Síðani læt hann M. S. Viðstein, fyristøðumað-
ur fyri ungmannastarvið undir N. I. 0. G. T. fáa orðið.
Hann helt eina røðu um smíl og kæti sum eisini hin før-
oyski fráhaldsungdómurin eigur sín rætt til, tí smílið og kæti
eru bæði styrkjandi og eggjandi aftaná tungt og torført
áivarsstarv.
So var sjónleikurin „Genta søkist“ eftir Peter Michelsen
og Knút Wang framførdur undir rungandi fagnaði.
Síðani læs Peter Miehelsen upp eina nýskrivaða søgu.
Sum so mangan, var tað vorðið seint tá ið fundurin í
Ungmannađeildini var lokin.
Leygardagin 8. november kl. 3 var fundur, har io Um-
dømistemplarin Elias Johansen greiddi frá siðalæru og fund-
arskipan.
Sama dag kl. 3 var aftur fundur har Shnun av Skarði,
háskúlastjóri, flutti røðu um hitt unga og hitt gamla ættar-
liðið, teirra hugsan um hvønn annan.
Sama kvøldið kl. 8 var ársaðalfundur settur í Umdømis-
losjuni. Her gav umdømistemplari Elias Joliansen eina gjølla
frágreiðing um starvið í árinum ið fór. Umdømisskrivarin
Peter Michelsen legði fram granskoðaðan roknskap fyri sein-
asta ár og fíggjarætlan fyri komanđi arbeiðsár.
Umdømislosjan samtykti einmælt frágreiðing. roknskap
og fíggjarætlan. Síðani góvu útsendingarnir frágreiðingar frá
arbeiðinum í teirra losjum og umdømum.