Dúgvan - 01.12.1941, Side 45

Dúgvan - 01.12.1941, Side 45
DÚGVAN 141 Um várt felag og várt merki fast vit standa, N. I. 0. G. T. vit verja alla tíð. Ja, vit verja tað ímóti øllum vanda — losjumerkir skulu altíð veittra frí. Farið var so uppaftur í hin ovara fundarsalin til fram- haldið av veitsluni, har sjónleikurin „Janus abdiserar“ eftir Otto Lindgaard, í føroyskari - týðing eftir M. S. Viðstein, var framførđur. Sjónleikurin var væl leikaður og dúgliga fagnaður. — Síðani var hildið fram við ymiskum øðrum skemtileikjum, t. d. „Skylđmenninir“. Eisini læs Peter Michelsen eina ný- skrivaða søgu, og umframt komu so tey smáu bløðini út, „Glaðustrokið“ og „Blikalogn“ — bæði úr Havn — og „Stjørnuskotið“ av Tvøroyri. Tað var liðið langt á náttini tá ið henda skiluaðarveitsla endaði og øll samkoman sang av fullum hug og hjarta: „Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn.“

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.