Dúgvan - 01.12.1941, Page 45
DÚGVAN
141
Um várt felag og várt merki fast vit standa,
N. I. 0. G. T. vit verja alla tíð.
Ja, vit verja tað ímóti øllum vanda —
losjumerkir skulu altíð veittra frí.
Farið var so uppaftur í hin ovara fundarsalin til fram-
haldið av veitsluni, har sjónleikurin „Janus abdiserar“ eftir
Otto Lindgaard, í føroyskari - týðing eftir M. S. Viðstein, var
framførđur. Sjónleikurin var væl leikaður og dúgliga fagnaður. —
Síðani var hildið fram við ymiskum øðrum skemtileikjum, t.
d. „Skylđmenninir“. Eisini læs Peter Michelsen eina ný-
skrivaða søgu, og umframt komu so tey smáu bløðini út,
„Glaðustrokið“ og „Blikalogn“ — bæði úr Havn — og
„Stjørnuskotið“ av Tvøroyri.
Tað var liðið langt á náttini tá ið henda skiluaðarveitsla
endaði og øll samkoman sang av fullum hug og hjarta:
„Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn.“