Dúgvan - 01.12.1941, Page 52
TEY HITTUST VIÐ
BYGDAGARÐIN -
SKEMTIS 0 GA
Eysturvík og Vesturvík eru grannabygdir. Markið millum
tær gongur av Røðini og út á Skorðtanga, ið sker seg út
millum báðar víkirnar.
Síðani fólk kom at búgva í bygdunum, hevur ósemja
verið teirra millum. Klandursevnini hava verið so nógv.
Tað fyrsta var, táið bygdagarðurin varð gjørdur. Van-
liga verður ein sovorðin garður gjørdur slættur øðru megin,
men Eystur- og Vesturvíksmenn vóru slíkir klandursoddar,
at teir gjørdu garðin óslættan báðu megin — og hartil
skeivan.
Knút Pætur búði í Eysturvík. Hann var farin um tey
tjúgu árini, og hann varð millum bygdamenn sínar roknaður
fyri at vera ein evnaríkur ungur drongur, sum teir flestu
væl kunđu hugsað sær at fingið til svigarson.
Men nú var hann farin at fríggja, — og gentan var úr
Vesturvík! Slíkt var ikki hent fyrr. Tað var óhoyrt! Ein
Eysturvíksmaður gentu úr Vesturvík. Tað kundi einki gott
spyrjast burtur úr hesum trúlovilsi.
Vesturvíksmenn vóru spinnandi óðir yvir, at tann snøgg-
asta Vesturvíksgentan skuldi fara til Eysturvíkar, og Eystur-
víksmenn vóru ikki minni sintir yvir, at ein av teirra egnu
var farin at fjeppast uppi í einari Vesturvíksgentu.
Anna Sofía, soleiðis æt gentan, og Knút Pætur, tóku sær
ikki tykni av teimum orðum og glósum, ið tey fingu frá