Dúgvan - 01.12.1941, Síða 52

Dúgvan - 01.12.1941, Síða 52
TEY HITTUST VIÐ BYGDAGARÐIN - SKEMTIS 0 GA Eysturvík og Vesturvík eru grannabygdir. Markið millum tær gongur av Røðini og út á Skorðtanga, ið sker seg út millum báðar víkirnar. Síðani fólk kom at búgva í bygdunum, hevur ósemja verið teirra millum. Klandursevnini hava verið so nógv. Tað fyrsta var, táið bygdagarðurin varð gjørdur. Van- liga verður ein sovorðin garður gjørdur slættur øðru megin, men Eystur- og Vesturvíksmenn vóru slíkir klandursoddar, at teir gjørdu garðin óslættan báðu megin — og hartil skeivan. Knút Pætur búði í Eysturvík. Hann var farin um tey tjúgu árini, og hann varð millum bygdamenn sínar roknaður fyri at vera ein evnaríkur ungur drongur, sum teir flestu væl kunđu hugsað sær at fingið til svigarson. Men nú var hann farin at fríggja, — og gentan var úr Vesturvík! Slíkt var ikki hent fyrr. Tað var óhoyrt! Ein Eysturvíksmaður gentu úr Vesturvík. Tað kundi einki gott spyrjast burtur úr hesum trúlovilsi. Vesturvíksmenn vóru spinnandi óðir yvir, at tann snøgg- asta Vesturvíksgentan skuldi fara til Eysturvíkar, og Eystur- víksmenn vóru ikki minni sintir yvir, at ein av teirra egnu var farin at fjeppast uppi í einari Vesturvíksgentu. Anna Sofía, soleiðis æt gentan, og Knút Pætur, tóku sær ikki tykni av teimum orðum og glósum, ið tey fingu frá

x

Dúgvan

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.