Dúgvan - 01.12.1941, Síða 53

Dúgvan - 01.12.1941, Síða 53
DÚGVAN 149 bygdafólki teirra, tí tey ivaðust ikki í, at tey høvdu funnið tann stóra kærleikan. Hvørt kvøld í skýmingini møttust tey við tann skeiva og óslætta bygđagarðin til ástarfund. Heitir, gløðandi kossar vórðu sendir yvirum garðin, — tí tey stóðu jú hvør síni megin. Longur niðri móti Skorðtanga var eitt lið á garðinum, men tey vóru komin ásamt um, at tað var stórur umvegur at fara hálva leiðina út á Skorðtanga, bert fyri at vera saman nakrar fáar tímar eitt kvøld! Nei, tað fór at verða harvið. Soleiðis fóru nakrir mánaðir, og Anna Sofía og Knút Pætur vóru so eydnurík, sum um tey longu vóru komin í eina aðra og nógv betri verð. Kærleikin vaks sum tíðin leið, og longsulin eftir hvørjum øðrum varð so óhaldandi til endan, at tey vóru farin at tosa um giftarmál. Men, pápi Knút Pætur segði kortanei. Ikki skuldi einasti sonur hansara hava Vesturvíksgentu til konu. Gjørdi liann tað kortini, so kundi hann ikki rokna við at fáa tíggju-marka garðin í arv. Og í Vesturvík var skilið enn verri. Pápi Annu Sofíu segði, at um hon ikki beinanvegin helt uppat við at fjasa við hasum Eysturvíksdrumbinum, varð hon við tað sama koyrd út úr hansara húsi. Nú mátti nakað gerast. Næstu ferð tey møttist hvør síni megin bygdagarðin, komu tey ásamt um, at best var at hon fór til Havnar at tæna, meðan hann fór undir at byggja eina lítla smáttu, soleiðis, at tey kunđu giftast nakað skjótt. Sum sagt so gjørt. Anna Sofía fekk pláss í einum embætismannahúsum í Havn, og Knút Pætur arbeiddi uppá hús teirra, so svettin dýndi av. Av tí, at hon fór so knappliga avstað, fingu tey lítið og einki tosað samari um, hvussu húsið skuldi gerast og inn- rættast. Knút Pætur fekk Sámal Jógvan, mammibeiggja sín, til at hjálpa sær við húsinum. Sámal Jógvan, ið var gamaiur

x

Dúgvan

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.