Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 53
DÚGVAN
149
bygdafólki teirra, tí tey ivaðust ikki í, at tey høvdu funnið
tann stóra kærleikan.
Hvørt kvøld í skýmingini møttust tey við tann skeiva
og óslætta bygđagarðin til ástarfund. Heitir, gløðandi kossar
vórðu sendir yvirum garðin, — tí tey stóðu jú hvør síni
megin.
Longur niðri móti Skorðtanga var eitt lið á garðinum,
men tey vóru komin ásamt um, at tað var stórur umvegur
at fara hálva leiðina út á Skorðtanga, bert fyri at vera saman
nakrar fáar tímar eitt kvøld! Nei, tað fór at verða harvið.
Soleiðis fóru nakrir mánaðir, og Anna Sofía og Knút
Pætur vóru so eydnurík, sum um tey longu vóru komin í
eina aðra og nógv betri verð. Kærleikin vaks sum tíðin leið,
og longsulin eftir hvørjum øðrum varð so óhaldandi til endan,
at tey vóru farin at tosa um giftarmál.
Men, pápi Knút Pætur segði kortanei. Ikki skuldi einasti
sonur hansara hava Vesturvíksgentu til konu. Gjørdi liann
tað kortini, so kundi hann ikki rokna við at fáa tíggju-marka
garðin í arv.
Og í Vesturvík var skilið enn verri. Pápi Annu Sofíu
segði, at um hon ikki beinanvegin helt uppat við at fjasa
við hasum Eysturvíksdrumbinum, varð hon við tað sama
koyrd út úr hansara húsi.
Nú mátti nakað gerast. Næstu ferð tey møttist hvør síni
megin bygdagarðin, komu tey ásamt um, at best var at hon
fór til Havnar at tæna, meðan hann fór undir at byggja eina
lítla smáttu, soleiðis, at tey kunđu giftast nakað skjótt.
Sum sagt so gjørt. Anna Sofía fekk pláss í einum
embætismannahúsum í Havn, og Knút Pætur arbeiddi uppá
hús teirra, so svettin dýndi av.
Av tí, at hon fór so knappliga avstað, fingu tey lítið og
einki tosað samari um, hvussu húsið skuldi gerast og inn-
rættast.
Knút Pætur fekk Sámal Jógvan, mammibeiggja sín, til
at hjálpa sær við húsinum. Sámal Jógvan, ið var gamaiur