Dúgvan - 01.12.1941, Side 57
DÚGVAN
153
væl, um tað var køkurin, so var eisini hann í lagi. Og
Anna Sofía var ikki minni glað. Yvir Knút Pætur og húsini
og alt.. . .
Men, alt var tó ikki í lagi enn. Nakað mátti gerast fyri
at blíðka tey gomlu, ávikavist í Eysturvík og Vesturvík.
Hvørt kvøld í eina heila viku høvdu tey fundir um,
hvat ið tey skuldi gera.
„Kvinnulistir eru uttan enda,“ sigur eitt gamalt orðatak.
Og Anna Sofía fann uppá ráð. Hon skrivaði eitt bræv til
eina vinkonu, ið hon hevði í Havn. Hon greiddi henni frá,
hvussu alt nú var vorðið, og hon bað hana hjálpa sær við
tí, ið hon hevði fyri.
Jú, tað var gaman í, fekk hon til svar. Hon tók tí
pennin í hondina, og skrivaði aftur:
„Góða vinkona. Greið meg úr hesi fløkjuni, og eg verði
tær skuldbundin um aldir og allar ævir. Tey gomlu hjá Knút
Pætur og mær eru á rokinum, tí vit ætla at gifta okkum.
Skriva tvey brøv fyri meg, og send tey til tey gomlu í
Eystur- og Vesturvík. Stíla tey soleiðis:
„Bygdirnar Eystur- og Vesturvík eru vorðnar víða
kendar fyri teirra bygdaklandur. Tað ótrúliga er hent, at
tvey ung úr bygđunum hava funnið tann stóra kærleikan við
bygdagarðin.
Nú eru bert otta đagar eftir til jóla. Var tað ikki ein
góð gerð, at kvitta frá øilum ið farið er, og so hugsa um,
hví vit halda jól? Og tá so tað er gjørt, geva sær tað lyftið,
at í framtíðini skal alt verða øðrvísi? Eingin ilistøða, einki
klandur, og einki hat. Verður tá lívið ikki vakrari og lættari
at liva?
Ein ið hugsar.““
Vinkonan játtaði, og brøvini vórðu send avstað.
Bæði í Eystur- og Vesturvík vórðu brøvini væl tikin
ímóti. Hin gamla illstøðan móti grannabygdunum var sum
fokin burtur.