Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 57

Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 57
DÚGVAN 153 væl, um tað var køkurin, so var eisini hann í lagi. Og Anna Sofía var ikki minni glað. Yvir Knút Pætur og húsini og alt.. . . Men, alt var tó ikki í lagi enn. Nakað mátti gerast fyri at blíðka tey gomlu, ávikavist í Eysturvík og Vesturvík. Hvørt kvøld í eina heila viku høvdu tey fundir um, hvat ið tey skuldi gera. „Kvinnulistir eru uttan enda,“ sigur eitt gamalt orðatak. Og Anna Sofía fann uppá ráð. Hon skrivaði eitt bræv til eina vinkonu, ið hon hevði í Havn. Hon greiddi henni frá, hvussu alt nú var vorðið, og hon bað hana hjálpa sær við tí, ið hon hevði fyri. Jú, tað var gaman í, fekk hon til svar. Hon tók tí pennin í hondina, og skrivaði aftur: „Góða vinkona. Greið meg úr hesi fløkjuni, og eg verði tær skuldbundin um aldir og allar ævir. Tey gomlu hjá Knút Pætur og mær eru á rokinum, tí vit ætla at gifta okkum. Skriva tvey brøv fyri meg, og send tey til tey gomlu í Eystur- og Vesturvík. Stíla tey soleiðis: „Bygdirnar Eystur- og Vesturvík eru vorðnar víða kendar fyri teirra bygdaklandur. Tað ótrúliga er hent, at tvey ung úr bygđunum hava funnið tann stóra kærleikan við bygdagarðin. Nú eru bert otta đagar eftir til jóla. Var tað ikki ein góð gerð, at kvitta frá øilum ið farið er, og so hugsa um, hví vit halda jól? Og tá so tað er gjørt, geva sær tað lyftið, at í framtíðini skal alt verða øðrvísi? Eingin ilistøða, einki klandur, og einki hat. Verður tá lívið ikki vakrari og lættari at liva? Ein ið hugsar.““ Vinkonan játtaði, og brøvini vórðu send avstað. Bæði í Eystur- og Vesturvík vórðu brøvini væl tikin ímóti. Hin gamla illstøðan móti grannabygdunum var sum fokin burtur.
Qupperneq 1
Qupperneq 2
Qupperneq 3
Qupperneq 4
Qupperneq 5
Qupperneq 6
Qupperneq 7
Qupperneq 8
Qupperneq 9
Qupperneq 10
Qupperneq 11
Qupperneq 12
Qupperneq 13
Qupperneq 14
Qupperneq 15
Qupperneq 16
Qupperneq 17
Qupperneq 18
Qupperneq 19
Qupperneq 20
Qupperneq 21
Qupperneq 22
Qupperneq 23
Qupperneq 24
Qupperneq 25
Qupperneq 26
Qupperneq 27
Qupperneq 28
Qupperneq 29
Qupperneq 30
Qupperneq 31
Qupperneq 32
Qupperneq 33
Qupperneq 34
Qupperneq 35
Qupperneq 36
Qupperneq 37
Qupperneq 38
Qupperneq 39
Qupperneq 40
Qupperneq 41
Qupperneq 42
Qupperneq 43
Qupperneq 44
Qupperneq 45
Qupperneq 46
Qupperneq 47
Qupperneq 48
Qupperneq 49
Qupperneq 50
Qupperneq 51
Qupperneq 52
Qupperneq 53
Qupperneq 54
Qupperneq 55
Qupperneq 56
Qupperneq 57
Qupperneq 58
Qupperneq 59
Qupperneq 60
Qupperneq 61
Qupperneq 62
Qupperneq 63
Qupperneq 64

x

Dúgvan

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.