Fróðskaparrit - 01.01.1966, Side 70

Fróðskaparrit - 01.01.1966, Side 70
78 Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð HÆGSTAD (1917) setur undir viSgerðini av gongdini ihjá hinum forna ei í føroyskum fram ta hugsan, at møguleikin fyri broyting frá meira uppgómakendum framburði av g-k til reinan afturgómaframburð, sum verið hevur einaferð, má verða settur til tíðina áðrenn »g og k framfor vanleg palatal vokal fekk ein uttale, som skilde seg kjenneleg ut fraa velar g og k«. Henda hugsan kann ikki prógvast, men eftir øllum líkindum er hon bein, og hon verður nýtt sum støði undir fylgjandi roynd at greiða fløkjuna. Ein fylgja av hesi hugsan er, at møguleikin fyri broyting hin vegin av g og k eisini má verða settur til tíðina áðrenn »g og k framfor vanleg palatal vokal fekk ein uttale, som skilde seg kjenneleg ut fraa velar g og k«. Summar av teimum stóru sjálvljóðabroyt- ingunum í føroyskum mugu sostatt verða mettar at vera farnar fram áðrenn hesa tíð, og helst eisini áðrenn g og k framman fyri fortunguljóði hava fingið reinan uppgómaframburð, sum er hin vanligi íslendski framburðurin í dag, og sum má ætlast at vera millumstig millum hin forna uppgómakenda og reinan framgómaframburð, sum norskt og føroyskt hava í dag. Á henda hátt ber til at skilja hitt føroyska frávikið frá forn- málinum í framburðinum av g og k framman fyri fornum ei og au (>før. ey). Til tess at skilja hitt føroyska frávikið í framburðinum framman fyri fornum í-ý, æ og x ber til at hugsa sær, at frávikið kemst av heilum ella lutvísum ljóð- ligum samanfalli av hesum sjálvljóðum við onnur sjálvljóð, sum eisini eru broytt, men onkursvegna hava varðveitt fornan framburð frammanfyri — hesin ljóðavøkstur má, um vit fram- vegis halda okkum til áðurnevndu hugsan, eisini vera hendur áðrenn g og k framman fyri vanligum fortunguljóði fingu ein framburð, sum fonemiskt hevur verið øðrvísi enn afturgóma- framburður av g-k. Eftir broytingarslagnum verða sjálvljóðabroytingarnar býtt- ar í tríggjar bólkar: a) Sjálvljóðið broytist, g-k laga seg eftir broytingini: ei; au)>ey. Dømi: geil, keipur, skeið; geyl, keypa, skeyti. b) 9>ø og ið hvussu er summar av hinum stóru tvíljóð-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.