Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 70
78
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð
HÆGSTAD (1917) setur undir viSgerðini av gongdini ihjá
hinum forna ei í føroyskum fram ta hugsan, at møguleikin fyri
broyting frá meira uppgómakendum framburði av g-k til
reinan afturgómaframburð, sum verið hevur einaferð, má
verða settur til tíðina áðrenn »g og k framfor vanleg palatal
vokal fekk ein uttale, som skilde seg kjenneleg ut fraa
velar g og k«. Henda hugsan kann ikki prógvast, men eftir
øllum líkindum er hon bein, og hon verður nýtt sum støði
undir fylgjandi roynd at greiða fløkjuna. Ein fylgja av hesi
hugsan er, at møguleikin fyri broyting hin vegin av g og k
eisini má verða settur til tíðina áðrenn »g og k framfor vanleg
palatal vokal fekk ein uttale, som skilde seg kjenneleg ut
fraa velar g og k«. Summar av teimum stóru sjálvljóðabroyt-
ingunum í føroyskum mugu sostatt verða mettar at vera farnar
fram áðrenn hesa tíð, og helst eisini áðrenn g og k framman
fyri fortunguljóði hava fingið reinan uppgómaframburð, sum
er hin vanligi íslendski framburðurin í dag, og sum má ætlast
at vera millumstig millum hin forna uppgómakenda og reinan
framgómaframburð, sum norskt og føroyskt hava í dag.
Á henda hátt ber til at skilja hitt føroyska frávikið frá forn-
málinum í framburðinum av g og k framman fyri fornum ei
og au (>før. ey). Til tess at skilja hitt føroyska frávikið í
framburðinum framman fyri fornum í-ý, æ og x ber til at
hugsa sær, at frávikið kemst av heilum ella lutvísum ljóð-
ligum samanfalli av hesum sjálvljóðum við onnur sjálvljóð,
sum eisini eru broytt, men onkursvegna hava varðveitt fornan
framburð frammanfyri — hesin ljóðavøkstur má, um vit fram-
vegis halda okkum til áðurnevndu hugsan, eisini vera hendur
áðrenn g og k framman fyri vanligum fortunguljóði fingu ein
framburð, sum fonemiskt hevur verið øðrvísi enn afturgóma-
framburður av g-k.
Eftir broytingarslagnum verða sjálvljóðabroytingarnar býtt-
ar í tríggjar bólkar:
a) Sjálvljóðið broytist, g-k laga seg eftir broytingini: ei;
au)>ey. Dømi: geil, keipur, skeið; geyl, keypa, skeyti.
b) 9>ø og ið hvussu er summar av hinum stóru tvíljóð-