Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 80

Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 80
88 Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð geingi, gongd, skeinkja, kongur í merkingini »jarnboltur at leggja línu á ella taka línu útí«. Broytingin av a til samsvarandi fortunguljóð framman fyri ng og nk, ið ibki er til sunnanfyri, kann valla verða tíðarmett eftir vøkstrinum í g-&-ljóðinum. (Hon er ivaleyst yngri enn broytingin av e í somu støðu: kengr>kongur, gengr>gongur, annars høvdu vit helst fingið samanblanding av formum við fn. a við formar við fn. e). — Tann framburður, vit í dag hava av úgv og, norðan fyri Suðuroyarfjørð, ógv má ætlast at vera so nýggjur, at hann ikki kann koma upp í part her. Broytingin av hinum forna tvíljóðinum ey til føroyskt oy kann eftir frágreiðingini í 6. b) ikki verða tíðarmett eftir vøkstrinum í g- og &-ljóðunum — í 6. b) varð roynt at vísa á, at vøksturin burtur frá q skapaði nýggja stevnu fyri k-g framman fyri ce og [æ]. Ei heldur kann broytingin geva nakra tíðarmeting av gongdini hjá g-^-ljóðunum. 9. Henda roynd at siga søguna hjá framgómaburðinum av g og k, og hvat hesin framburður kann siga okkum um sjálv- ljóðavøksturin í føroyskum, hongur mestsum í leysum lofti. Vit hava at kalla einki um at halda, vit mugu royna at hugsa okkum fram. Sum nevnt í 1. verður her dentur lagdur á hina vanligu uppfatanina millum manna, at ljóðligt — hóast ikki fonemiskt — mark hevur verið millum g og k framman fyri baktunguljóði øðrumegin og framman fyri fortunguljóði hinu- megin. Sleppa vit hesi uppfatan upp á fjall og 1 staðin hugsa okkum, at einki slíkt mark hevur verið júst har, men at vit hava haft líðandi smábroytingar frá reinum afturgómafram- burði framman fyri opnum baktunguljóði fram at uppgóma- kendum framburði framman fyri trongum fortunguljóði, verð- ur ikki neyðugt longur í sama mun at gera serskiltan mun á broytingunum 6. a), har sjálvljóðið broytist, frammanfyri- standandi g-k laga seg eftir broytingini, og 6. b), har sjálv- ljóðið broytist, frammanfyristandandi g-k laga seg ikki eftir
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.