Fróðskaparrit - 01.01.1966, Side 80
88
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð
geingi, gongd, skeinkja, kongur í merkingini »jarnboltur at
leggja línu á ella taka línu útí«.
Broytingin av a til samsvarandi fortunguljóð framman fyri
ng og nk, ið ibki er til sunnanfyri, kann valla verða tíðarmett
eftir vøkstrinum í g-&-ljóðinum. (Hon er ivaleyst yngri enn
broytingin av e í somu støðu: kengr>kongur, gengr>gongur,
annars høvdu vit helst fingið samanblanding av formum við
fn. a við formar við fn. e). —
Tann framburður, vit í dag hava av úgv og, norðan fyri
Suðuroyarfjørð, ógv má ætlast at vera so nýggjur, at hann
ikki kann koma upp í part her.
Broytingin av hinum forna tvíljóðinum ey til føroyskt oy
kann eftir frágreiðingini í 6. b) ikki verða tíðarmett eftir
vøkstrinum í g- og &-ljóðunum — í 6. b) varð roynt at vísa
á, at vøksturin burtur frá q skapaði nýggja stevnu fyri k-g
framman fyri ce og [æ]. Ei heldur kann broytingin geva
nakra tíðarmeting av gongdini hjá g-^-ljóðunum.
9.
Henda roynd at siga søguna hjá framgómaburðinum av g
og k, og hvat hesin framburður kann siga okkum um sjálv-
ljóðavøksturin í føroyskum, hongur mestsum í leysum lofti.
Vit hava at kalla einki um at halda, vit mugu royna at hugsa
okkum fram. Sum nevnt í 1. verður her dentur lagdur á hina
vanligu uppfatanina millum manna, at ljóðligt — hóast ikki
fonemiskt — mark hevur verið millum g og k framman fyri
baktunguljóði øðrumegin og framman fyri fortunguljóði hinu-
megin. Sleppa vit hesi uppfatan upp á fjall og 1 staðin hugsa
okkum, at einki slíkt mark hevur verið júst har, men at vit
hava haft líðandi smábroytingar frá reinum afturgómafram-
burði framman fyri opnum baktunguljóði fram at uppgóma-
kendum framburði framman fyri trongum fortunguljóði, verð-
ur ikki neyðugt longur í sama mun at gera serskiltan mun á
broytingunum 6. a), har sjálvljóðið broytist, frammanfyri-
standandi g-k laga seg eftir broytingini, og 6. b), har sjálv-
ljóðið broytist, frammanfyristandandi g-k laga seg ikki eftir