Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 92

Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 92
100 Inversio uteri viSvend lívmóðir Meðan hon hevur gingið við hesum barninum, varð hon innløgd á Københavns Amtssygehus í Glostrup, heiliráðdeild, í 5. mánað fyri cystopyelitis acuta. Hon varð innløgd tann 1.2.65, aftaná at hon hevði átt livandi drong á føðistovu 4—5 tímar áðrenn innleggjan. Hann vá 2800 g. Hon átti 2 vikur fyri tíð. Sum nevnt gekk alt, sum tað átti við at eiga. Tá ið hon átti, varð gjørd episiotomi. Eftirburðurin sigst at verða komin av sær sjálvum (spontant) okkurt um 15 minuttir, eftir at hon hevði átt barnið. Ongar upplýsingar eru annars um, hvussu eftirburðurin var vorðin. Fyrstu tímarnar aftaná barnsburðin bløddi hon eitt sindur pr. vaginam. Hon varð beint eftir tað, at hon hevði átt, nakað ússalig, og støðan versnaði líðandi, soleiðis at hon var illa skelkað, tá ið hon varð innløgd 4—5 tímar eftir, at hon hevði átt. Tá ið hon varð innløgd, bløddi hon eitt sindur pr. vaginam. Blóð- gáva varð latin beinleiðis, og síðan varð hon doyvd til at kanna lívmóðurina innan. Við at føla inn á búkin, kenst móðirin ikki oman fyri kokuna, og síðan verður gjørd gynækologisk kanning, og nú verður fundus uteri funnin at liggja niðri í vagina, heilt vend við, uttan fyri ori- ficium externum cervicis uteri. Við nærri kanning finnur ein, at orificium er fast samanknýtt oman fyri corpus uteri, og samstundis kennist frá búkinum (svarandi til lívmóðurina) ein lægd, har lív- móðirin átti at verið. Henda inversio uteri er soleiðis fullfíggjað, men liggur í vagina. Vulva gapar ikki, og einki av tí viðvendu móðurini sæst at koma út í introitus ella út um vulva. Úr øllum tí rangvørga móðurvegginum bløðir eitt sindur. Móðirin verður nú trýst inn aftur og vend, og ber tað rættiliga væl til. Men av tí, at móðirin hevur hug aftur at koma rangvørg niður, verður ein stórur tvørri lagdur inn í lívmóðurina. Hon knýtir seg nú væl saman, tá ið uterotonica verða givin, og nú er eingin bløðing. Tvørrin í lívmóðurini varð tikin eftir einum samdøguri, og alt gekk nú væl uttan nakra bløðing ella annað. Bert vaks likamshitin eitt sindur til 38°,5 ein einstakan dag. Givið varð penicillin og strepto- mycin í fyribyrgjandi syftu. Tá ið sjúklingurin varð útskrivaður, var einki órættvorið at finna við gynækologiskari kanning, og støddin á lívmóðurini var hóskandi eftir teirri tíð, ið liðin var frá barnsburðinum. Við eftirkanning av sjúklinginum 9 mánaðir aftan á útskrivan, varð einki órættvorðið funnið. Hon hevði livað væl. Bløðingarnar høvdu verið regluligar. Hon hevði seinastu mánaðirnar tikið gestagen (Enavid (R)), so hon skuldi ikki verða við barn aftur.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.