Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 36

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 36
44 Tíðleiki hjá avlamni av nervafrøðiligum sjúkum sjúkumar, sum sjúklingurin doyr av alt fyri eitt, ella fáar vikur seinni, eru ikki við her. Teir sjúkutilburðir, ið ikki vara leingi, og eisini teir tilburðir, ið ikki nerva meira enn, at ein kann halda fram at arbeiða, eru heldur ikki uppi í hesum tølum. Er sjúklingurin farin um 67 ára aldur, fær hann fólka- eftirløn og er sostatt heldur ikki við. Tey, ið doyggja av slíkari sjúku, áðrenn tey fylla 18 ár, eru heldur ikki við, tí at av- lamishjálp verður ikki veitt fyrr enn frá 18 ára aldri. Um líkfall og disklop er at siga, at flest fólk við hesum sjúkum eru arbeiðsfør. Tølini eru smá, tí tað eru bert teir ringastu tilburðirnir, ið geva rætt til avlamishjálp. Hjá fólki við líkfalli er tað oftast so, at heilasjúkan, ið elvir líkfall, er tað, sum er avgerandi fyri, at veitt verður avlamishjálp, og ikki sjúkueyðkennið líkfall í sjálvum sær. Tá ið sagt er, at dissemenerað sklerosa er í minkan, kann tað komast av, at nógvir tilburðir, serliga í fyrstani, eru sera linir, og sjúkan nýtist ikki at gerast so ring, at ein verður óarbeiðsførur. Ávísar sjúkur, sum at kalla altíð eru so ringar, at avlamis- hjálp verður veitt, eru ikki funnar í hesi kanning. Tær eru: Sjúka, ið ger, at vøddarnir arbeiða ov seint og við skerdari megi (Dystrophia myotonica), sjúka við smáum vatnsvullum í hámønu og mønu (Syringomyelia), viðfødd skerd vøddamegi (Atrofia musculorum progressiva spinalis), sjúka við øktum koparinnihaldi millum annað í heilanum (Degeneratio hepato- lenticularis), afturbregðilig sjúka, ið ger, at møna, nervar og partar av heilanum farast (Ataxia familiaris spinalis) og aftur- bregðiligt heilasvinn (Chorea Huntington). Tí eru hesar sjúkur helst ikki hjá fólki í Føroyum í 18—67 ára aldri. Her skal tilskilast, at nevndu sjúkur eru so sjáldsamar, at hagfrøðiliga mett nýtast tær ikki at koma fyri í Føroyum, men kunnu sjálvandi koma fyri. Tá ið tíðleikin hjá hesum sjúkum sum avlamisorsøk hevur verið um tað sama frá 1950 til 1975, kann væntast, at hetta tal fer at vera um tað sama tey næstu komandi árini, tí við- gerðarhættirnir fyri hesar sjúkur verða valla broyttir stórliga tey fyrstu árini.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.