Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 52

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 52
60 »Beaucoup de bruit pour une aumelette kongsins lóg, so er tað tó ikki Guðs lóg«.3 Avmarkingin var eisini ímóti lyndinum í fátækralóggávuni um tað mundið.4 Undir tí, at henda fyriskipan varð givin, búðu broytingar í føroyska samfelagnum, ið komnar vóru av teirri leið í hand- ilspolitikki, sum ríkið hevði hildið, síðan tað tók við ein- handlinum í 17095. Við fyrihyggju fyri fólkinum hevði ríkið í ásetta handilstakstinum, sum var í gildi 1691—1790, sett lágan pris á neyðsynjarvørur sum korn. Samsvarandi var prís- urin á føroyskum hosum (teirri einastu føroysku framleiðslu, ið kravdi nakra virking) settur til tað at gera høgt. Fyrstu árini eftir yvirtøkuna var hosnagerðin javnað við høftum; men tá ið sølan síðan varð til vildar, vórðu høftini avtikin, og fyrst í 1770-árunum vóru hosurnar meir enn 98 °/o av øllum takstvirði á føroyskari vøru. Hosnabinding kravdi hvørki fæfeingi ella stórvegis tøkni, og tey góðu sølulíkindini gjørdu tí smærri ognarmenn og ognar- leysar førar fyri at seta egið búgv og føða seg við at gera hos- ur, um teir annars kundu fáa ta ull, ið kravdist til. Fyrr høvdu teir bert kunnað lívbjargað sær við at gerast húskallar ella bønarmenn. Tó gjørdist alt torførari at fáa ull til vegar. Longu í 1740-árunum var ull ikki latin inn til handilin, og fyrst í 1770-árunum vóru vánalig seyðaár og tí minni av ull. Inntøkuvøksturin, ið stóðst av hosnagerðini, hevði við sær størri innflutning av korni, frá um leið 2000 tunnur av byggi um árið fyrst í 18. øld til um leið 4000 tunnur frá 1750, tá ið innflutningurin legðist í fasta legu. Tann stóri korninnflutn- ingurin fyri lágan prís gav sum oftast handlinum hall, men av tí at handilin hevði sera stóran vinning av føroysku vøruni, bilaði tað ikki so nógv. Soleiðis var ikki alstórur munur millum støðuna í 1750- árunum og í 1770-árunum, men ymsir virkistættir gjørdu, at rentukamarið/aðaltollkamarið, sum handilin hoyrdi undir6, litu øðrvísi at málinum eftir 1770. Fyrst av øllum var prísurin á føroyskari vøru lækkaður í Danmørk, so handilságóðin var nógv minkaður. Hinvegin var kornprísurin nógv hækkaður, og tað at korn treyt við hvørt í Keypmannahavn, hevði gjørt, at
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.