Fróðskaparrit - 01.01.1982, Side 55

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Side 55
»Beaucoup de bruit pour une aumelette« 63 um, at eingin afturgongd hevði verið í kornveltingini. Hóast tað helt hann, at velting yvirhøvur var í minking, og at ein- astu ráðini at forða fyri uppaftur meiri vøkstri í kornnýtsluni var at støðga afturgongdini í veltingini. Eisini hóast ummæli prestanna helt hann, at týdningarmesta orsøkin til hesa aftur- gongd var trot á arbeiðsfólki hjá bóndunum. Orsøkin var fyrst og fremst, at Havnin var vaksin, og tann valkostur fyri tænastuarbeiði, sum ullarbiddingin beyð. Álitið er tað skjal, har sum búskaparligi áhugi ríkisins á minni kornsølu kemur eina best til sjóndar. Hóast Bang í stak- førum væl skilti vandamálini hjá arbeiðsfólkunum, kundi eftir hansara hugsan eingin annar loysningur vera enn tænasta hjá bóndunum. Ivasemi síni um at forða fólki at giftast vann hann á við at hugsa, at tað bert vóru vánalig hjúnaløg, sum forðað varð fyri. Rætt var, at avleiðingin av uppskotinum hjá hesum trimum embætismonnum fór helst at vera meiri siðloysi, men tað fór at vera minni skaði fyri »det almindelige« enn hesi hjúnaløg. í áliti Bangs var uppskot til fyriskipan, og tað varð støðið undir teirri fyriskipan, ið seinni varð. Uppskot sítt til 8. gr. tók hann næstan orðaraðið úr uppskotinum frá løgmanni, fúta og skrivara. Eftir móttøkuna sendi aðaltollkamarið uppskotið við fylgi- skjølum til stiftamtmannin til góðkenningar20. Tá hann ongar atfinningar hevði, sendi aðaltollkamarið alt til danska kansel- liið, sum fyriskipanin av røttum hoyrdi undir. Men í danska kansellinum møttu hugmyndirnar mótstøðu. Serliga Luxdorph var nógv ímóti, tí hann helt tað vera eina nøgd av tvingsilsráðum á veikum støði21. Um 8. gr. skrivaði hann í atkvøðugreinargerð síni, at »Dette er den gamle Wiise, som Kancelliet aldrig har skiøttet om at høre«. Kortini væntaði hann, at uppskotið fekk frama, »siden alle vedkommende ønske det«. Aagaard hevði frammanundan røtt um málið við Jón Eiríksson etatsráð, sum var limur í handilsstýrinum22. Jón Eiríksson hevði givið uppskotinum gott viðmæli, men Aagaard var enn heldur ivandi. Endin varð, at danska kanselliið eftir
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.