Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 58

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 58
66 »Beaucoup de bruit pour une aumelette« at ætla um talið á hjúnabondum, ið forðað var fyri. Einki varð heldur úr lyftinum í fyriskipanini um at síggja teimum fyri jørð, ið tørvaði29. Hinvegin fekk aðaltollkamarið ikki tað, sum tað hevði ynskt, burtur úr fyriskipanini. Korntørvurin minkaði ikki. Við samanburði millum, hvussu henda fyriskipan og tann frá 3.5.1723 vórðu til og viðgerðina av eftirfylgjandi kærum30, sæst meginmunurin at liggja. í tí hátti, sum rentukamar/aðal- tollkamar fingu sær til vegar upplýsingar um føroyska sam- felagið. Frammanundan fyriskipanini frá 1723 hevði stiftamt- maðurin vitjað Føroyar og havt samrøður við fólk. Fyri tilevningini høvdu staðið fólk við serkunnleika til Føroya, men uttan beinleiðis atknýti at rentukamarinum. Á sama hátt høvdu kærurnar verið viðgjørdar, og embætismenninir í Keypmanna- havn høvdu uttan himpr samtykt í, at tveir sendimenn um- boðaðu alt Føroya fólk. Við fyrireikingarnar til fyriskipanina frá 1777 var viðgerðin meira formskipað, við aðaltollkamarinum og setta amtmannin í miðju, har tann seinni fekk til vegar tær ynsktu upplýsing- arnar við brævaskifti við embætismenninar í Føroyum. Serligur dentur varð lagdur á ummælini frá hægstu embætismonnunum, men ikki varð roynt á sama hátt at fáa skil á tí, sum fólkið helt. Aðaltollkamarið/rentukamarið stóðu sterkari vil tilevn- ingina av fyriskipanini í 1777 enn í 1723; hetta komst m. a. av upp á seg betri kunnleika til landið og teirri umbøting av fyri- sitingini í landinum, sum fram var farin síðan seinast. Stiftamtmaðurin yvir Islandi hevði ein høvuðslut í 1723, sum í stóran mun komst av tí, at hann fyrr hevði verið í Før- oyum. Teir seinnu stiftamtmenninir yvir íslandi høvdu ikki henda kunnleika, men høvdu tó gagn av vitan síni um Island. Teir tykjast kortini ikki hava nakra serliga ávirkan á føroysk mál. Hvussu nógv setti amtmaðurin, Bang, kendi til Føroyar, sigst ikki her við vissu; men hann hevði tann fyrimun, at hann kundi savna seg um føroysku málini. Tó at viðgerð hansara av føroysku ummælunum ikki bendir á framúr góðan kunnleika til viðurskiftini, var álit hansara væl úr hondum greitt og varð
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.