Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 81

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 81
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978 89 Tølini í 1. talvu fyri hvalir fyri hvørja grind benda á, at í tíSarskeiðum við nógvum grindum eru grindirnar yvirhøvur smærri enn í tíðarskeiðum við fáum grindum. Sambært 2. mynd eru grindirnar at kalla øll árini í D yvir miðal, men í teimum góðu tíðarskeiðunum C og E er rættiliga stórur munur á ár- unum til grindastødd. 1 4. talvu er støddarbýtið fyri 1709—1978 og A—E, og prosentbýtið er avmyndað í 9. mynd. D líkist mest burturúr, serliga í støddarbólkinum 51—100 hvalir, har 12 °/o av grind- unum eru í mun til 24—29 % hini tíðarskeiðini. Grindir størri enn 300 hvalir eru vanligari í D enn í A, C og E — 19 % mótvegis 7—11 °/o. Hvalvágabýtið í 6. mynd og 3. talvu vísir, at tríggir teir bestu hvalvágirnir upp á seg hava havt væl størri grindir, 174—178 hvalir í miðal, enn hvalvágirnar 4—11, har 101 — 148 hvalir eru í miðal. Hvalvágur 12 og 13 hava havt stórar grindir ávikavist 171 og 186 í miðal. Áðurnevnda skiftið í hvalir fyri hvørja grind millum tíðarskeið (sambært 1. talvu) er yvirhøvur eisini fyri hvørjum hvalvági sær, soleiðis hava hvalvágirnar 1—3 og 5 allir D sum besta tíðarskeið (B er ikki tikið við). Av og á hava verið heilt stórar grindir. Fleiri enn 600 hvalir hava verið í 16 grindum, 8 í Klaksvík, 2 í Miðvági og hinar á øðrum hvalvágum. í støddarbólkinum 501—600 eru 19 grindir, 7 teirra eru deyðar í Miðvági og 2 í Klaksvík. TÆTTIR IÐ ÁVIRKA GRINDAVEIÐUNA Eins og øll onnur hvalasløg er grindahvalurin ikki føði hjá øðrum djórum. Tí er tað avgerandi fyri livikorini hjá einum hvalaslagi, hvussu nógv føði er til og hvussu nógv verður veitt av tí. Serliga summi sløg av stórhvali hava verið í vanda fyri at hvørva heilt vegna ovurveiðu. Viðvíkjandi grindahvalinum eru ongar stovnsmetingar gjørdar, men við tí kunnleika vit hava um støddar- og aldursbýti er einki sum bendir á, at grindahvalurin nakrantíð hevur verið álvarsliga hóttur orsakað av tí, sum hevur verið veitt. Hesa niðurstøðu kemur D. E. 7 — Fróðskaparrit
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.