Fróðskaparrit - 01.01.1982, Síða 81
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978
89
Tølini í 1. talvu fyri hvalir fyri hvørja grind benda á, at í
tíSarskeiðum við nógvum grindum eru grindirnar yvirhøvur
smærri enn í tíðarskeiðum við fáum grindum. Sambært 2. mynd
eru grindirnar at kalla øll árini í D yvir miðal, men í teimum
góðu tíðarskeiðunum C og E er rættiliga stórur munur á ár-
unum til grindastødd.
1 4. talvu er støddarbýtið fyri 1709—1978 og A—E, og
prosentbýtið er avmyndað í 9. mynd. D líkist mest burturúr,
serliga í støddarbólkinum 51—100 hvalir, har 12 °/o av grind-
unum eru í mun til 24—29 % hini tíðarskeiðini. Grindir størri
enn 300 hvalir eru vanligari í D enn í A, C og E — 19 %
mótvegis 7—11 °/o.
Hvalvágabýtið í 6. mynd og 3. talvu vísir, at tríggir teir
bestu hvalvágirnir upp á seg hava havt væl størri grindir,
174—178 hvalir í miðal, enn hvalvágirnar 4—11, har 101 —
148 hvalir eru í miðal. Hvalvágur 12 og 13 hava havt stórar
grindir ávikavist 171 og 186 í miðal. Áðurnevnda skiftið í
hvalir fyri hvørja grind millum tíðarskeið (sambært 1. talvu)
er yvirhøvur eisini fyri hvørjum hvalvági sær, soleiðis hava
hvalvágirnar 1—3 og 5 allir D sum besta tíðarskeið (B er ikki
tikið við). Av og á hava verið heilt stórar grindir. Fleiri enn
600 hvalir hava verið í 16 grindum, 8 í Klaksvík, 2 í Miðvági
og hinar á øðrum hvalvágum. í støddarbólkinum 501—600 eru
19 grindir, 7 teirra eru deyðar í Miðvági og 2 í Klaksvík.
TÆTTIR IÐ ÁVIRKA GRINDAVEIÐUNA
Eins og øll onnur hvalasløg er grindahvalurin ikki føði hjá
øðrum djórum. Tí er tað avgerandi fyri livikorini hjá einum
hvalaslagi, hvussu nógv føði er til og hvussu nógv verður veitt
av tí. Serliga summi sløg av stórhvali hava verið í vanda fyri
at hvørva heilt vegna ovurveiðu. Viðvíkjandi grindahvalinum
eru ongar stovnsmetingar gjørdar, men við tí kunnleika vit
hava um støddar- og aldursbýti er einki sum bendir á, at
grindahvalurin nakrantíð hevur verið álvarsliga hóttur orsakað
av tí, sum hevur verið veitt. Hesa niðurstøðu kemur D. E.
7 — Fróðskaparrit