Fróðskaparrit - 01.01.1982, Qupperneq 86

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Qupperneq 86
94 Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978 inum er sólin uppi ávikavist 19V2 og 5 tímar. Einar 10 tímar av muninum eru fólk flest vakin, og tað merkir, at tíðin at síggja grind er okkurt um 3 ferðir longri á hásumri enn á há- vetri. Eisini valdast veðrið, serliga útróðrarlíkindini, um farið verður á sjógvin, og harvið ávirkast møguleikarnir til at síggja og reka grind. Fyrrnevnda orsøkin er regluliga bundin at árs- tíðini, og vigar eins ár um ár. Seinna orsøkin er bundin at árs- tíðini í ein vissan mun, men kann hava skiftandi týdning ymisk ár. Harafturímóti eru streymviðurskiftini at kalla tey somu ár undan ári; tey eru ikki bundin at árstíðini, men hava týdning fyri útróðrarlíkindini. Og so hevur tað sjálvsagt eisini nakað at siga, hvussu nógvur fiskur er at fáa. Ávirkan á grindastovnin: Grindahvalurin er súgdýr, og um lívsmynstrið hava vit frá Sergeant (1962) m. a.: Honhvalurin gerst kynsbúgvin 6 ára gamal og hannhvalurin 12 ára gamal, burðartíðin er 15—16 mánaðir (1 hvølpur hvørja ferð), føði- talið liggur um 10—13 %>, um 94—95 #/o av hvalunum gerast eldri enn 8 ár, og einstakir kunnu gerast 40—50 ára gamlir. Skiftandi umstøður í sjónum frá einum ári til næsta kunnu ávirka støddina av einum fiskaárgangi munandi. Hetta ger seg ikki í sama mun galdandi fyri grindahvalin. Eru stórar broyt- ingar eitt langt áramál, kann tað hugsast at ávirka nøringina. Høvuðsorsøkin til at ár eru so ymisk til grind halda vit ikki er nøringin, men heldur ferðingarmynstrið hjá grindahvalinum. Vit mugu rokna við, at um veturin, tá lítil og eingin grind er á okkara leiðum, heldur grindin til á syðri leiðum. Ivaleyst er ferðingin henda vegin fyrst og fremst til at leita eftir føði, ið fyri tað mesta er høgguslokkur av slagnum Todarodes sagit- tatus. Tey ár, ið nógvur høgguslokkur hevur verið at fáa, hava vanliga eisini verið nógvar grindir, t. d. í august í ár (1979) doyðu 10 grindir samstundis sum menn fingu nógvan høggu- slokk. Sumstaðni eru um 15 ár síðan tílíkt høgguslokkarok var; hóast árini hava verið rak til høgguslokk hava tey verið góð til grind. Tað hevur nógv at siga fyri lívið í sjónum, hvussu heitur og saltur sjógvurin er. Nógvar mátingar eru gjørdar av hesum í
Qupperneq 1
Qupperneq 2
Qupperneq 3
Qupperneq 4
Qupperneq 5
Qupperneq 6
Qupperneq 7
Qupperneq 8
Qupperneq 9
Qupperneq 10
Qupperneq 11
Qupperneq 12
Qupperneq 13
Qupperneq 14
Qupperneq 15
Qupperneq 16
Qupperneq 17
Qupperneq 18
Qupperneq 19
Qupperneq 20
Qupperneq 21
Qupperneq 22
Qupperneq 23
Qupperneq 24
Qupperneq 25
Qupperneq 26
Qupperneq 27
Qupperneq 28
Qupperneq 29
Qupperneq 30
Qupperneq 31
Qupperneq 32
Qupperneq 33
Qupperneq 34
Qupperneq 35
Qupperneq 36
Qupperneq 37
Qupperneq 38
Qupperneq 39
Qupperneq 40
Qupperneq 41
Qupperneq 42
Qupperneq 43
Qupperneq 44
Qupperneq 45
Qupperneq 46
Qupperneq 47
Qupperneq 48
Qupperneq 49
Qupperneq 50
Qupperneq 51
Qupperneq 52
Qupperneq 53
Qupperneq 54
Qupperneq 55
Qupperneq 56
Qupperneq 57
Qupperneq 58
Qupperneq 59
Qupperneq 60
Qupperneq 61
Qupperneq 62
Qupperneq 63
Qupperneq 64
Qupperneq 65
Qupperneq 66
Qupperneq 67
Qupperneq 68
Qupperneq 69
Qupperneq 70
Qupperneq 71
Qupperneq 72
Qupperneq 73
Qupperneq 74
Qupperneq 75
Qupperneq 76
Qupperneq 77
Qupperneq 78
Qupperneq 79
Qupperneq 80
Qupperneq 81
Qupperneq 82
Qupperneq 83
Qupperneq 84
Qupperneq 85
Qupperneq 86
Qupperneq 87
Qupperneq 88
Qupperneq 89
Qupperneq 90
Qupperneq 91
Qupperneq 92
Qupperneq 93
Qupperneq 94
Qupperneq 95
Qupperneq 96
Qupperneq 97
Qupperneq 98
Qupperneq 99
Qupperneq 100
Qupperneq 101
Qupperneq 102
Qupperneq 103
Qupperneq 104
Qupperneq 105
Qupperneq 106
Qupperneq 107
Qupperneq 108
Qupperneq 109
Qupperneq 110
Qupperneq 111
Qupperneq 112
Qupperneq 113
Qupperneq 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.