Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 76

Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 76
84 Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð k hava framgómaframburð framman fyri fn. e og afturgóma- framburð framman fyri fn. æ. Dømi: gerð, ker, sker ctr. gætur, kæti, gæta o. o. (eingi dømi eru í føroyskum um g-^ + fn. e). Til eru dømi í (nýggjari) Suðuroyarmáli um framgómafram- burð í einstøkum orðum, har vit høvdu væntað afturgóma- framburð, t. d. kærur, skærur, men hesi orð munnu vera tøku- orð úr donskum, innkomin f heldur nýggjari tíð. Tað eg havi kunnað fingið uppspurt, hevur hitt gamla Suðuroyarmálið altíð afturgómaframburð av g og k framman fyri fn. æ. Hinu- megin er í Suðuroyarmáli til okkurt dømi um afturgómafram- burð framman fyri e: gekk. Greiðast man her vera at rokna henda framburð sum ávirkan frá øðrum formun av hesum orði við — regluligum — afturgómaframburði av g: ganga, gongur. Slíkt er ikki ókent í føroyskum annars: skína — skinu t. d. 6. a) Tað tvíljóðið, vit í dag skriva ei, er frumnorrønt ai. 1 forn- norrønum er fyrri liður í hesum tvíljóði broyttur til samsvar- andi fortunguljóð, í íslendskum vanliga skrivað e, í norskum æ. í føroyskum hava vit í dag [a], norðanfyri [o]. í summum norskum bygdarmálum er eisini [a] fyrri liður. Spumingurin er viðgjørdur av KRISTENSEN (1933). Tað er lítið trúligt, at føroyskt og einstøk norsk bygdarmál her hava varðveitt upprunaligt ljóð, m. a. tí at tey bygdarmálini í Noreg, ið hava ai, hava framgómaframburð av g-k frammanfyri. Tað er ilt at siga, hví hetta ljóð »melur aftur á« hitt forna. Millum ann- að kundi ein hugsað sær, at æi, tá æ (i-umljóð av a) fór upp í e-bólkin, onkursvegna ikki fekk fylgt við her, kanska hevur gloppið millum e og i í føroyskum kenst ov stutt, so vandi hevur verið fyri samanrenning í eitt ljóð, hinumegin er stutt æ ikki til longur annars í málinum, og fyrri liður í tvíljóð- inum æi broytist so burtur frá æ (differentiatión). 1 tvíljóðinum au verður fyrri liður broyttur til e. Einki skal í hesum viðfangi verða sagt um, hvør grundin kann hava verið, ei heldur um, hvønn vegin gongdin kann hava verið,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.