Fróðskaparrit - 01.01.1966, Blaðsíða 76
84
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð
k hava framgómaframburð framman fyri fn. e og afturgóma-
framburð framman fyri fn. æ. Dømi: gerð, ker, sker ctr. gætur,
kæti, gæta o. o. (eingi dømi eru í føroyskum um g-^ + fn. e).
Til eru dømi í (nýggjari) Suðuroyarmáli um framgómafram-
burð í einstøkum orðum, har vit høvdu væntað afturgóma-
framburð, t. d. kærur, skærur, men hesi orð munnu vera tøku-
orð úr donskum, innkomin f heldur nýggjari tíð. Tað eg havi
kunnað fingið uppspurt, hevur hitt gamla Suðuroyarmálið
altíð afturgómaframburð av g og k framman fyri fn. æ. Hinu-
megin er í Suðuroyarmáli til okkurt dømi um afturgómafram-
burð framman fyri e: gekk. Greiðast man her vera at rokna
henda framburð sum ávirkan frá øðrum formun av hesum
orði við — regluligum — afturgómaframburði av g: ganga,
gongur. Slíkt er ikki ókent í føroyskum annars: skína —
skinu t. d.
6.
a) Tað tvíljóðið, vit í dag skriva ei, er frumnorrønt ai. 1 forn-
norrønum er fyrri liður í hesum tvíljóði broyttur til samsvar-
andi fortunguljóð, í íslendskum vanliga skrivað e, í norskum æ.
í føroyskum hava vit í dag [a], norðanfyri [o]. í summum
norskum bygdarmálum er eisini [a] fyrri liður. Spumingurin
er viðgjørdur av KRISTENSEN (1933). Tað er lítið trúligt,
at føroyskt og einstøk norsk bygdarmál her hava varðveitt
upprunaligt ljóð, m. a. tí at tey bygdarmálini í Noreg, ið hava
ai, hava framgómaframburð av g-k frammanfyri. Tað er ilt
at siga, hví hetta ljóð »melur aftur á« hitt forna. Millum ann-
að kundi ein hugsað sær, at æi, tá æ (i-umljóð av a) fór upp
í e-bólkin, onkursvegna ikki fekk fylgt við her, kanska hevur
gloppið millum e og i í føroyskum kenst ov stutt, so vandi
hevur verið fyri samanrenning í eitt ljóð, hinumegin er stutt
æ ikki til longur annars í málinum, og fyrri liður í tvíljóð-
inum æi broytist so burtur frá æ (differentiatión).
1 tvíljóðinum au verður fyrri liður broyttur til e. Einki
skal í hesum viðfangi verða sagt um, hvør grundin kann hava
verið, ei heldur um, hvønn vegin gongdin kann hava verið,