Fróðskaparrit - 01.01.1995, Blaðsíða 90
94
VØTNINI í HESTI
vatnið burtur. Tá ið frost er um vetur og vár, frystir hendan
grift so til, at einki vatn fær runnið ígjøgnum hana. Men vatnið
úr Faraldsvatni heldur ikki uppat renna fyri tað, og tá ið tað
ikki sleppur út í Hælsvatn, so fyllist hesin blotin, sum eitur
Móurtjøm, til eina rætta tjøm, so leingi sum frosti varar.
VATN.NR.:
Y =
X =
HÆDD:
MÁLIBLAÐ:
OYGGJ :
NAVN-HEITI:
844
7.40 cm
13.60 cm
236.00 m
M35
HESTUR
Barkilsvatn
FLA: OV
VÍDD: 1.20 ha
MARKATALSBYGD: 35
MATR.NR.:
NÝTSLA-BROYTING:
AVFALSØKI: 5.7 ha
UPPLÝSING: NAVN-HEITI: Jógvan Joensen bóndi í Hesti
22.06.1993. Jóan Chr. Poulsen (1947). Barkilsvatn. UTM kort
408 Hestur, Barkulsvatn 21.11.1994 Rólant Lenvig: Barkils-
vatn, Barkhólmsvatn, Barkulsvatn. Eisini hetta vatnið havi eg
sæð verði skrivað við hesum trimum nøvnum. Hvat ið upp-
runanavnið er, kann eg einki siga um, Men hestmenn hava í
araldstíðir kallað vatnið Barkilsvatn. Navnið Barkhólmsvatn
tykist mær vera eitt tilevnað hugskot, tí í Barkilsvatni er ein
hólmur, sum eitur Barkilshólmur. Á kortinum síggi eg, at
vatnið eitur Barkulsvatn, helst fyri at umgangast ki og seta ku í
staðin, tá ið ki verður ikki virt rættan hátt í úttaluni. Tað er
kortini nakað, sum sigur mær, at Barkulsvatn við ku hevur ein
vissan rætt, tí tann mest rímiliga gmndin undir navninum kann
vera, vatnið við barkkulluna. Og tað er ikki óhugsandi, at har
hevur verið ein frálík barkkulla og farið í. Vatnið er uppmátað
8.10.1982. 1. og 2. teinur. Størsta mátaða dýpi 1.2 m. 3. teinur
uppmátaður 17.09.1994. Sjónbandsupptøka tikin av botninum
fram við hendan tein. Hon vísti mórubotn við eitt sindur av
vøkstri framvið hólmamar. Litmynd tikin av vatninum.
Plantur tiknar frá 3 hólmum. Sfl sóust á vatninum. Jóhannes
Jóhansen, dr scient sigur, at plantumar vóm: Bjargablómstur,
Sløkja, Hjálpirót, Legg-sýra, mosar.
Barkilsvatn sæð norðanífrá