Fróðskaparrit - 01.01.1995, Blaðsíða 59

Fróðskaparrit - 01.01.1995, Blaðsíða 59
MERGSOGIN BEIN - EIN ALDARGAMAL MATSIÐUR 63 inum, vóru kleyvamar lættar at taka av við knívi. Tá ið døgverðin varð uppúrlagdur, komu føtumir altíð fyrst á borðið. Sum oftast ein til hvørt bami. Tá ið roðan og tær linu spengur- nar vóm etnar uttanav, bleiv niðari endi av fótinum brotin frá, og nú var leggurin klámr at bora holini í. Við einum lítlum telgiknívi (dolki) bleiv 1 hol borað niður í ovara enda og 1 hol inn á síðuna við niðara enda á legginum. So varð ovari endi settur í munnin á baminum, og ein vaksin blásti í hitt holið, og mergurin kom út sum bleytt smør. Hetta var ein sannur gloypibiti.« Siðurin hevði verið vanligur í bamaheimi hansara á Saltnesi, og hevði hann borið sið- in við sær til Fuglafjarðar, har hann hevur búð seinastu 25 árini. Faðir heimildarmans- ins, ið er føddur í 1912, hevur kent henda matsið so langt hann minnist. Tó er heim- ildarmaðurin einastur av 9 systkjum, ið hevur tikið siðin upp og hildið fast við hann, og hann veit heldur ikki um onnur, ið fremja hann í Fuglaftrði. Hann greiðir frá, at vermóðirin, ið er fødd 1917 og uppvaks- in í ognarhúsi á Sevmýri á Tvøroyri, kennir væl henda siðin frá bamaámnum har suð- uri, men ikki sum vaksin. Hinvegin hevur undirritaði tosað við mann, ið er uppvaksin har í grannalagnum, ið einki kennur til henda sið. Seinni er undirritaði komin á tal við tvær konur, ættaðar og uppvaksnar úti í Nólsoy, onnur seinast í 1920-ámnum - hin 10 ár seinni - ið eins og áðumevndi heimildar- maður høvdu sæð sjónvarpsendingina nýggjársdag. Tær greiddu frá, at tær kendu væl siðin at súgva merg, og at tað hevði verið heilt vanligt í barnaheimi teirra at svíða og kóka seyðaføtur afturvið seyðar- høvdi. Hetta var gjørt til langt upp í 1950- árini. Tær mettu, at siðurin var heilt vanlig- ur í allari bygdini, og at tað ikki bert var í ávísum húsum, at hann varð kendur. Hóast sjónvarpsendingina, so høvdu tær ikki gjørt vart við seg, tí tær mettu, at fyribrigdið var so vanligt, at tað mundu fólk flest kenna. Hetta, at tað tykist sum bert nøkur ávís eru, ið kenna siðin, meðan onnur ikki kenna hann, kundi bent á, at hann er treytaður av onkrum serligum. Spumingurin er eitt nú, hvørt siðurin serliga er kendur í húsum, har ið seyðurin ikki var so nógvur, men húsar- haldið stórt, meðan hann møguliga ikki er so væl kendur í bóndahúsum, har ivaleyst var til av øllum - her verður hugsað um, hvørt siðurin mundi vera treytaður av sam- felagsligu umstøðunum hjá hvørjum húsar- haldi sær. »Alt kann etast av seyði uttan miltið og brisið«, plagdu tey at taka til. Men enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu hesum viðvíkjandi. Hetta er bert ein av spumingunum, ið kunnu verða viðgjørdir, tá ið hetta evnið verður kannað. Sum nevnt í innganginum, so hava vit, nú hesi bein em komin aftur í ljósmála, fingið eitt heilt nýtt fyribrigdi í føroyskari fomfrøði og eftir øllum at døma í fólkalívs- frøðini við. At hetta er eitt fyribrigdi, ið vit fara at síggja í fomfrøðiliga tilfarinum framyvir, kom týðuliga fram, tá ið vit í vár gjørdu smærri fomfrøðiligar kanningar í Suðurlonini á Reynagarði úti í Tinganesi, tí tá funnu vit aftur seyðaføtur við hesum somu eykennum. 'Reynagarðsbeinini' stava tó ikki frá bústaðafláum, ið em so gamlar
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.