Fróðskaparrit - 01.01.1995, Blaðsíða 4
HANS DEBES JOENSEN
menningin, at gerast før fyri at tala og skriva
føroyskt, at læra seg føroyskt yrkismál. 011-
um man tað vera skilligt, at her batar lítið at
nýta tað gøtudanska, ið nú er alnýtt í hesum
økjum - tílfkt mál verður tíverri fyri fyrst
nýtt manna millum, men verður neyvan tolt
alment av eini tjóð, ið nú hálva øld hevur
barst fyri at koma sínum egna máli upp und-
an vesaldómi og útlendskari spillu. Tað er tí
sjálvsagt, at øll tey, ið nú eru heiman og leita
sær kunnleika, eisini noyðast at búgva seg út
í hesum førum.
Tann ábyrgd hvílir á okkum sum føroying-
ar, - tí sluppu vit út at læra, tí at vit seinri
skuldu tæna okkara landi og tjóð.
Taka vit nú við hesum í verki, sum lands-
menn okkara hava sett í lóg, tá verða hesi
jólatíðindi í royndum hetta: at vit tjóðskap-
arliga eru komnir á mál.
011 orka tjóðarinnar, ið higartil hevur verið
bundin í spillandi og hatskum tjóðskapar-
stríði verður nú at leiða inn á aðrar ræsur: tað
er landastýri og teyfíggjarligu viðurskiftini,
at gera livilig kor fyri tjóðina í einum fræls-
um Føroyum. Tað eru mál, har tað verður
lættari hjá teimum ymsu flokkunum at koma
á tal og meira torført hjá teimum at skúgva
ábyrgdina burtur av sær, tað verða ikki kensl-
ur og sveimandi hugtøk, men handiligir lutir,
skip, fiskur, og annað, ið tá verður fremst í
huga manna, viðurskifti, har hvør skilamaður
í krónum og oyrum kann vita aftur, um lands-
ins menn gjørdu beint ella skeivt. Tí er tað
stórsigur, ið er vunnin.
Búgvin hevur higartil r starvsgreinum sín-
um roynt at vanda sær um málið, at hesi yrk-
isorð kunđu verða alment nýtt, og ætlar hann
at gera tað framvegis. Hvussu væl slfkt mál
kann greiðast úr hondum, fáa vit ein varhuga
av, tá vit lesa greinina um ættarfrøði, ið Chr.
Matras, doktari, hevur týtt úr fremmandum
máli r tí nýkomna álmanakkanum (1942).
Tað er hugsandi, at føroyingar eisini uttan-
lendis - hvør í sínum øki - regluliga fáast við
føroyskt yrkismál. Eru teimum ringir vansar
á leið, halda vit okkum til at hjálpa teimum,
um teir gera so væl at heita á blaðstjóran. Er
tað so, at maður hevur eitthvørt uppskot til
málsliga nýgerð í starvsøki sínum, eru vit
fegnir, um teir vilja siga okkum frá. Tá kundi
kanska at endanum komið so stórt savn, at
hugsandi var um, eftir nøkrum árum at fingið
út í Føroyum eina orðabók við øllum hesum
máltilfari, ið so stórur tørvur er á í dagliga
lívinum.
Tilelvingin til greinina man hava verið tíð-
indastubbi frá Jóhannesi av Skarði í Búgv-
anum nr. 24 árið fyri, sum ljóðar soleiðis:
»Føroyskt rættarmál. Ein lóg, sum Løg-
tingið hevur viðtikið um, at føroyskt skal
vera rættarmál í Føroyum, noyðist at bíða,
til hon kann leggjast fram á Ríkisdegnum í
Keypmannahavn.« Hvat varð av hesi lóg,
er ikki rúmd at greina frá her.
At hetta, eins og annað, ið Hanus skriv-
aði ungur, vóru ikki tómorð, hevur hann
ríkiliga sannað og sýnt í royndum: at skapa
vísindagrein síni, læknafrøðini, fjøld av
hóskandi og smidligum frøðiorðum, og eis-
ini aðrari áhugagrein síni, alisfrøðini.
Fyrsta stóra stigið var føroyska úrtakið
aftan í doktarritgerðini frá 1954 um brósta-
geving. Yrkismálsliga er henda fyrsta stóra
roynd vinningur, men mær tykir, at málið er
í stirvnara lagi við ov nógvum navnorða-
stíli og ber ikki sørt dám av at vera týtt úr
enska úrtakinum frammanfyri. Tá ið Hanus