Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 4

Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 4
HANS DEBES JOENSEN menningin, at gerast før fyri at tala og skriva føroyskt, at læra seg føroyskt yrkismál. 011- um man tað vera skilligt, at her batar lítið at nýta tað gøtudanska, ið nú er alnýtt í hesum økjum - tílfkt mál verður tíverri fyri fyrst nýtt manna millum, men verður neyvan tolt alment av eini tjóð, ið nú hálva øld hevur barst fyri at koma sínum egna máli upp und- an vesaldómi og útlendskari spillu. Tað er tí sjálvsagt, at øll tey, ið nú eru heiman og leita sær kunnleika, eisini noyðast at búgva seg út í hesum førum. Tann ábyrgd hvílir á okkum sum føroying- ar, - tí sluppu vit út at læra, tí at vit seinri skuldu tæna okkara landi og tjóð. Taka vit nú við hesum í verki, sum lands- menn okkara hava sett í lóg, tá verða hesi jólatíðindi í royndum hetta: at vit tjóðskap- arliga eru komnir á mál. 011 orka tjóðarinnar, ið higartil hevur verið bundin í spillandi og hatskum tjóðskapar- stríði verður nú at leiða inn á aðrar ræsur: tað er landastýri og teyfíggjarligu viðurskiftini, at gera livilig kor fyri tjóðina í einum fræls- um Føroyum. Tað eru mál, har tað verður lættari hjá teimum ymsu flokkunum at koma á tal og meira torført hjá teimum at skúgva ábyrgdina burtur av sær, tað verða ikki kensl- ur og sveimandi hugtøk, men handiligir lutir, skip, fiskur, og annað, ið tá verður fremst í huga manna, viðurskifti, har hvør skilamaður í krónum og oyrum kann vita aftur, um lands- ins menn gjørdu beint ella skeivt. Tí er tað stórsigur, ið er vunnin. Búgvin hevur higartil r starvsgreinum sín- um roynt at vanda sær um málið, at hesi yrk- isorð kunđu verða alment nýtt, og ætlar hann at gera tað framvegis. Hvussu væl slfkt mál kann greiðast úr hondum, fáa vit ein varhuga av, tá vit lesa greinina um ættarfrøði, ið Chr. Matras, doktari, hevur týtt úr fremmandum máli r tí nýkomna álmanakkanum (1942). Tað er hugsandi, at føroyingar eisini uttan- lendis - hvør í sínum øki - regluliga fáast við føroyskt yrkismál. Eru teimum ringir vansar á leið, halda vit okkum til at hjálpa teimum, um teir gera so væl at heita á blaðstjóran. Er tað so, at maður hevur eitthvørt uppskot til málsliga nýgerð í starvsøki sínum, eru vit fegnir, um teir vilja siga okkum frá. Tá kundi kanska at endanum komið so stórt savn, at hugsandi var um, eftir nøkrum árum at fingið út í Føroyum eina orðabók við øllum hesum máltilfari, ið so stórur tørvur er á í dagliga lívinum. Tilelvingin til greinina man hava verið tíð- indastubbi frá Jóhannesi av Skarði í Búgv- anum nr. 24 árið fyri, sum ljóðar soleiðis: »Føroyskt rættarmál. Ein lóg, sum Løg- tingið hevur viðtikið um, at føroyskt skal vera rættarmál í Føroyum, noyðist at bíða, til hon kann leggjast fram á Ríkisdegnum í Keypmannahavn.« Hvat varð av hesi lóg, er ikki rúmd at greina frá her. At hetta, eins og annað, ið Hanus skriv- aði ungur, vóru ikki tómorð, hevur hann ríkiliga sannað og sýnt í royndum: at skapa vísindagrein síni, læknafrøðini, fjøld av hóskandi og smidligum frøðiorðum, og eis- ini aðrari áhugagrein síni, alisfrøðini. Fyrsta stóra stigið var føroyska úrtakið aftan í doktarritgerðini frá 1954 um brósta- geving. Yrkismálsliga er henda fyrsta stóra roynd vinningur, men mær tykir, at málið er í stirvnara lagi við ov nógvum navnorða- stíli og ber ikki sørt dám av at vera týtt úr enska úrtakinum frammanfyri. Tá ið Hanus
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.