Fróðskaparrit - 01.01.1995, Blaðsíða 2
6
HANS DEBES JOENSEN
vinur hansara frá ungdómsárum, Jóannes
Rasmussen jarðfrøðingur. Báðir vóru teir
dyggir vísindamenn, og harafturat eldhug-
aðir fyri at menna og røkja føroyskt mál.
Hesi bæði gingu upp í hægri eind hjá teim-
um og øðrum, sum av felagnum varðaðu.
Og væl hevur vignast. Tað gongur sjón fyri
søgn.
Mær eru minnini kær um bamdóms-
sumrini suðuri á Tvøroyri hjá ommuni og
abbanum undir Heygnum, heimbygd Han-
usar. Haðan fór eg summarið 1949 við páp-
anum suður til Sunnbiar at vitja føðingar-
bygd mína. A norðurleiðini aftur vóm vit
inni á gólvi hjá Hansi Debes í Vági, kunn-
inga pápa míns frá sunnbiartíðini. Hans og
faðir hansara høvdu starvast á vitanum í
Akrabergi. Har var blíðskapur sum alla
aðrastaðni á ferðini. Tá ið vit fóm av stað
aftur, bað Hans meg fara við heilsan til Tor-
vald Joensen fyrrverandi lærara á Tvøroyri
og konu hansara Marionnu, sum hann var í
skyldskapi við. Torvald, sum var ættaður av
Sandi, komst eg við frá teimum mongu
ferðum, vit høvdu vitjað hin undurvakra
urtagarð hansara úti á Sevmýri. Hann
prógvaði til fulnar, at við ídni og alski fæst
Føroya mold at geva rrkiligar gávur aftur-
ímóti. Smæðin, sum eg var til, mundi eg
ikki vera álvuligur at fara á gátt hjá til tað at
gera ókunnufólki, men ikki var ráðiligt at
leggjast oman á heilsan, ið ein var biðin at
bera, so eg herdi meg í huga og fór inn hag-
ar, ið Torvaldur búði. Hvørjum, ið møtti
mær, tá ið eg kom inn, minnist eg ikki, bert
tað, at Torvaldur kom út á loftslemmin, og
eg stóð niðri í forstovuni og bar honum
heilsanina sunnan úr Vági. Hann spurdi
meg, hvør eg var, og hvussu gamal eg var.
Eg var nýfyltur 15 tá um summarið. »Lítli
mín«, helt hann fyri, »so gamal var einasti
sonur mín, tá ið eg sendi hann til Danmark-
ar at ganga í skúla. Heldur tú ikki, at tað var
hart av mær. Men,« tók hann aftur í orðið,
»nú er hann landslækni í Føroyum. Vita,
um tú kanst gera honum tað eftir.« Nakað
soleiðis, minnist eg, at orð hansara fullu.
Ikki mundi eg duga mær at svara nakað
afturímóti, men løtan stendur mær sum
meitlað í minnið - kanska tí, at mær runnu
í hug tær sálarkvalir, ið gingu á meg fyri at
verða sendur úr Skopun til Havnar at ganga
í skúla árið fyri. Hvussu mangar ferðir
tyngri mundi tað ikki vera at noyðast burtur
í fremmant land, burtur frá foreldrum, vin-
um og øllum tí, ið ein var heimkunnigur
við. Eg sigi frá hesum minnisbroti eisini tí,
at tað kann geva eina hóming av tí, sum for-
eldrum hevur bilgst í brósti, ið hava sent
einasta son sín so ungan burtur at læra. Tað
hevði kanska verið hugnaligari at havt hann
heima sum ein annan Jákup á Møn, men tað
galt framtíð drongsins, og eisini landsins, tí
framburðarhugað foreldur sóu tað sum ein
tátt í frælsisstríðnum og eina treyt fyri Før-
oya frama, at føroyingar vórðu útbúnir til at
setast í teir embætissessir, sum útlendingar
høvdu sitið í. Hanus var ikki tann einasti, ið
fór av stað so ungur. Aðrir vóru uppaftur
yngri. Tað var tað einasta at gera tá hjá
teimum, ið vildu søkja sær lærdóm. Lukku-
tíð fyri Føroyar, at so nógv leitaðu sær burt-
ur í lærdómsørindum, tí hvussu var statt við
mentan okkara og menning, var tað frá,
sum føroyingar í útisetu við sakni, heimtrá
og fosturlandsalski í huga, hava hugsað og
skapað!
Ein ávøkstur av dreymum og heit-