Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 2

Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 2
6 HANS DEBES JOENSEN vinur hansara frá ungdómsárum, Jóannes Rasmussen jarðfrøðingur. Báðir vóru teir dyggir vísindamenn, og harafturat eldhug- aðir fyri at menna og røkja føroyskt mál. Hesi bæði gingu upp í hægri eind hjá teim- um og øðrum, sum av felagnum varðaðu. Og væl hevur vignast. Tað gongur sjón fyri søgn. Mær eru minnini kær um bamdóms- sumrini suðuri á Tvøroyri hjá ommuni og abbanum undir Heygnum, heimbygd Han- usar. Haðan fór eg summarið 1949 við páp- anum suður til Sunnbiar at vitja føðingar- bygd mína. A norðurleiðini aftur vóm vit inni á gólvi hjá Hansi Debes í Vági, kunn- inga pápa míns frá sunnbiartíðini. Hans og faðir hansara høvdu starvast á vitanum í Akrabergi. Har var blíðskapur sum alla aðrastaðni á ferðini. Tá ið vit fóm av stað aftur, bað Hans meg fara við heilsan til Tor- vald Joensen fyrrverandi lærara á Tvøroyri og konu hansara Marionnu, sum hann var í skyldskapi við. Torvald, sum var ættaður av Sandi, komst eg við frá teimum mongu ferðum, vit høvdu vitjað hin undurvakra urtagarð hansara úti á Sevmýri. Hann prógvaði til fulnar, at við ídni og alski fæst Føroya mold at geva rrkiligar gávur aftur- ímóti. Smæðin, sum eg var til, mundi eg ikki vera álvuligur at fara á gátt hjá til tað at gera ókunnufólki, men ikki var ráðiligt at leggjast oman á heilsan, ið ein var biðin at bera, so eg herdi meg í huga og fór inn hag- ar, ið Torvaldur búði. Hvørjum, ið møtti mær, tá ið eg kom inn, minnist eg ikki, bert tað, at Torvaldur kom út á loftslemmin, og eg stóð niðri í forstovuni og bar honum heilsanina sunnan úr Vági. Hann spurdi meg, hvør eg var, og hvussu gamal eg var. Eg var nýfyltur 15 tá um summarið. »Lítli mín«, helt hann fyri, »so gamal var einasti sonur mín, tá ið eg sendi hann til Danmark- ar at ganga í skúla. Heldur tú ikki, at tað var hart av mær. Men,« tók hann aftur í orðið, »nú er hann landslækni í Føroyum. Vita, um tú kanst gera honum tað eftir.« Nakað soleiðis, minnist eg, at orð hansara fullu. Ikki mundi eg duga mær at svara nakað afturímóti, men løtan stendur mær sum meitlað í minnið - kanska tí, at mær runnu í hug tær sálarkvalir, ið gingu á meg fyri at verða sendur úr Skopun til Havnar at ganga í skúla árið fyri. Hvussu mangar ferðir tyngri mundi tað ikki vera at noyðast burtur í fremmant land, burtur frá foreldrum, vin- um og øllum tí, ið ein var heimkunnigur við. Eg sigi frá hesum minnisbroti eisini tí, at tað kann geva eina hóming av tí, sum for- eldrum hevur bilgst í brósti, ið hava sent einasta son sín so ungan burtur at læra. Tað hevði kanska verið hugnaligari at havt hann heima sum ein annan Jákup á Møn, men tað galt framtíð drongsins, og eisini landsins, tí framburðarhugað foreldur sóu tað sum ein tátt í frælsisstríðnum og eina treyt fyri Før- oya frama, at føroyingar vórðu útbúnir til at setast í teir embætissessir, sum útlendingar høvdu sitið í. Hanus var ikki tann einasti, ið fór av stað so ungur. Aðrir vóru uppaftur yngri. Tað var tað einasta at gera tá hjá teimum, ið vildu søkja sær lærdóm. Lukku- tíð fyri Føroyar, at so nógv leitaðu sær burt- ur í lærdómsørindum, tí hvussu var statt við mentan okkara og menning, var tað frá, sum føroyingar í útisetu við sakni, heimtrá og fosturlandsalski í huga, hava hugsað og skapað! Ein ávøkstur av dreymum og heit-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.