Fróðskaparrit - 01.01.1995, Blaðsíða 60
64
MERGSOGIN BEIN - EIN ALDARGAMAL MATSIÐUR
sum tær í Leirvík, men frá fláum, sum vit
meta eru frá 16-1700-árunum.
Fyri at kanna, hvørt eitthvørt málsligt
var at finna um fyribrigdið, vendi eg mær
til Føroyamálsdeild Fróðskaparsetursins.
Men tað var til fánýtis - har vóru bert orð
og vendingar um mergsúgving í fluttari
merking.
Tá sagt var, at einki var at finna í bók-
mentum okkara um henda sið, eigur at
verða nevnt, at Robert Joensen tó hevur
nomið leysliga við evnið; men í hesum føri
er lýsing hansara ógreið. Hann nevnir, at
seyðaføtumir vórðu havdir til matna, kók-
aðir aftur við røstum seyðarhøvdum (Joen-
sen, 1958:101). Tá hann umrøður nýtsluna
av merginum, er tað av skerpikrovi - sum
viðskera ella smyrsl, og tá verður leggurin
brotin fyri at fáa fatur á merginum eins og
vanligt er enn (Joensen, 1958:84). í hesum
sambandi nevnir hann, at fyrr kundu tey
».. .taka til at súgva merg, men tá kundi ein
skera seg í vørrina ella tunguna, tí ofta er
sjálvt brotið hvast.« (Joensen, 1983:118).
Hinvegin nevnir hann, at leggurin hevur
verið nýttur sum leika - til at spæla pinn,
og, um borað varð í endan, kundi hann nýt-
ast at blása sápublørður við. Hann nevnir
sostatt einki um, at føtumir vórðu opaðir og
at mergurin varð sogin, eins og teir, vit her
hava hoyrt um.
Úrslit
Greitt er, at vit við hesum staðfestingum
aftur kunnu vísa á eitt mentanarligt fyri-
brigdi - í hesum føri ein matsið - eins og so
mong onnur, sum fólk her í oyggjunum
einaferð í tíðini hava havt í felag við nærm-
astu grannamar fyri sunnan og fyri norðan.
Talan er um ein matsið, ið her hjá okkum er
staðfestur frá tíðliga í miðøld og fram til
dagin í dag. Men enn ber illa til at greiða frá
hesum siðin. Hvussu vanligur hann hevur
verið, í hvørjum pørtum av landinum o.t.
em spumingar, ið vit lítið og einki vita um.
Løgið tykist tað vera kortini, at hóast talan
er um aldargamlan sið, sum ávís fólk í bestu
ámm kenna, og sum enntá anir enn, so tyk-
ist siðurin ikki vera skrásettur ella lýstur
neyvari. Eitt nú tykist hann ikki hava sett
sær nøkur merki, hvørki í ritum ella bók-
mentum um føroyskt fólkalív ella um før-
oyska siðmenning, heldur ikki í máli okk-
ara uttan í fluttari merking.
Endi
Tvinnar em ætlaninar við hesi grein: fyrst
at gera vart við ein forvitnisligan sið, sum
tóktist gloymdur, men sum fólk nú at vísa
seg ikki bara vita um, men enntá eisini
fremja enn á okkara døgum. Síðani er ætl-
anin at gera vart við, hvussu týðandi upp-
lýsingar tað ber til at fáa burtur úr einum
fomfrøðiligum gripabólki sum eitt nú
djórabeinum, og at tað tískil er umráðandi,
at hann verður viðgjørdur eins gjølla og
aðrir gripabólkar.
Hinvegin hevur ætlanin ikki verið at fara
út í æsir við hesum evni, men heldur, sum
nevnt, at gera vart við henda sið við teirri
vón, at fólk, ið vita um hann og hava áhuga
fyri honum, fara at siga okkum frá tí, tey
vita. Nevnt skal vera, at vit fara at venda
okkum beinleiðis til heimildarfólk kring
landið við fyrispumingum um siðin. Sostatt
verður vónandi høvi til at venda aftur til
evnið, tá ið vit hava fingið fleiri upplýsing-
ar um tað.