Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 60

Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 60
64 MERGSOGIN BEIN - EIN ALDARGAMAL MATSIÐUR sum tær í Leirvík, men frá fláum, sum vit meta eru frá 16-1700-árunum. Fyri at kanna, hvørt eitthvørt málsligt var at finna um fyribrigdið, vendi eg mær til Føroyamálsdeild Fróðskaparsetursins. Men tað var til fánýtis - har vóru bert orð og vendingar um mergsúgving í fluttari merking. Tá sagt var, at einki var at finna í bók- mentum okkara um henda sið, eigur at verða nevnt, at Robert Joensen tó hevur nomið leysliga við evnið; men í hesum føri er lýsing hansara ógreið. Hann nevnir, at seyðaføtumir vórðu havdir til matna, kók- aðir aftur við røstum seyðarhøvdum (Joen- sen, 1958:101). Tá hann umrøður nýtsluna av merginum, er tað av skerpikrovi - sum viðskera ella smyrsl, og tá verður leggurin brotin fyri at fáa fatur á merginum eins og vanligt er enn (Joensen, 1958:84). í hesum sambandi nevnir hann, at fyrr kundu tey ».. .taka til at súgva merg, men tá kundi ein skera seg í vørrina ella tunguna, tí ofta er sjálvt brotið hvast.« (Joensen, 1983:118). Hinvegin nevnir hann, at leggurin hevur verið nýttur sum leika - til at spæla pinn, og, um borað varð í endan, kundi hann nýt- ast at blása sápublørður við. Hann nevnir sostatt einki um, at føtumir vórðu opaðir og at mergurin varð sogin, eins og teir, vit her hava hoyrt um. Úrslit Greitt er, at vit við hesum staðfestingum aftur kunnu vísa á eitt mentanarligt fyri- brigdi - í hesum føri ein matsið - eins og so mong onnur, sum fólk her í oyggjunum einaferð í tíðini hava havt í felag við nærm- astu grannamar fyri sunnan og fyri norðan. Talan er um ein matsið, ið her hjá okkum er staðfestur frá tíðliga í miðøld og fram til dagin í dag. Men enn ber illa til at greiða frá hesum siðin. Hvussu vanligur hann hevur verið, í hvørjum pørtum av landinum o.t. em spumingar, ið vit lítið og einki vita um. Løgið tykist tað vera kortini, at hóast talan er um aldargamlan sið, sum ávís fólk í bestu ámm kenna, og sum enntá anir enn, so tyk- ist siðurin ikki vera skrásettur ella lýstur neyvari. Eitt nú tykist hann ikki hava sett sær nøkur merki, hvørki í ritum ella bók- mentum um føroyskt fólkalív ella um før- oyska siðmenning, heldur ikki í máli okk- ara uttan í fluttari merking. Endi Tvinnar em ætlaninar við hesi grein: fyrst at gera vart við ein forvitnisligan sið, sum tóktist gloymdur, men sum fólk nú at vísa seg ikki bara vita um, men enntá eisini fremja enn á okkara døgum. Síðani er ætl- anin at gera vart við, hvussu týðandi upp- lýsingar tað ber til at fáa burtur úr einum fomfrøðiligum gripabólki sum eitt nú djórabeinum, og at tað tískil er umráðandi, at hann verður viðgjørdur eins gjølla og aðrir gripabólkar. Hinvegin hevur ætlanin ikki verið at fara út í æsir við hesum evni, men heldur, sum nevnt, at gera vart við henda sið við teirri vón, at fólk, ið vita um hann og hava áhuga fyri honum, fara at siga okkum frá tí, tey vita. Nevnt skal vera, at vit fara at venda okkum beinleiðis til heimildarfólk kring landið við fyrispumingum um siðin. Sostatt verður vónandi høvi til at venda aftur til evnið, tá ið vit hava fingið fleiri upplýsing- ar um tað.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.