Fróðskaparrit - 01.01.1995, Qupperneq 59
MERGSOGIN BEIN - EIN ALDARGAMAL MATSIÐUR
63
inum, vóru kleyvamar lættar at taka av við
knívi.
Tá ið døgverðin varð uppúrlagdur, komu
føtumir altíð fyrst á borðið. Sum oftast ein til
hvørt bami. Tá ið roðan og tær linu spengur-
nar vóm etnar uttanav, bleiv niðari endi av
fótinum brotin frá, og nú var leggurin klámr
at bora holini í.
Við einum lítlum telgiknívi (dolki) bleiv
1 hol borað niður í ovara enda og 1 hol inn á
síðuna við niðara enda á legginum. So varð
ovari endi settur í munnin á baminum, og ein
vaksin blásti í hitt holið, og mergurin kom út
sum bleytt smør.
Hetta var ein sannur gloypibiti.«
Siðurin hevði verið vanligur í bamaheimi
hansara á Saltnesi, og hevði hann borið sið-
in við sær til Fuglafjarðar, har hann hevur
búð seinastu 25 árini. Faðir heimildarmans-
ins, ið er føddur í 1912, hevur kent henda
matsið so langt hann minnist. Tó er heim-
ildarmaðurin einastur av 9 systkjum, ið
hevur tikið siðin upp og hildið fast við
hann, og hann veit heldur ikki um onnur, ið
fremja hann í Fuglaftrði. Hann greiðir frá,
at vermóðirin, ið er fødd 1917 og uppvaks-
in í ognarhúsi á Sevmýri á Tvøroyri, kennir
væl henda siðin frá bamaámnum har suð-
uri, men ikki sum vaksin. Hinvegin hevur
undirritaði tosað við mann, ið er uppvaksin
har í grannalagnum, ið einki kennur til
henda sið.
Seinni er undirritaði komin á tal við tvær
konur, ættaðar og uppvaksnar úti í Nólsoy,
onnur seinast í 1920-ámnum - hin 10 ár
seinni - ið eins og áðumevndi heimildar-
maður høvdu sæð sjónvarpsendingina
nýggjársdag. Tær greiddu frá, at tær kendu
væl siðin at súgva merg, og at tað hevði
verið heilt vanligt í barnaheimi teirra at
svíða og kóka seyðaføtur afturvið seyðar-
høvdi. Hetta var gjørt til langt upp í 1950-
árini. Tær mettu, at siðurin var heilt vanlig-
ur í allari bygdini, og at tað ikki bert var í
ávísum húsum, at hann varð kendur. Hóast
sjónvarpsendingina, so høvdu tær ikki gjørt
vart við seg, tí tær mettu, at fyribrigdið var
so vanligt, at tað mundu fólk flest kenna.
Hetta, at tað tykist sum bert nøkur ávís
eru, ið kenna siðin, meðan onnur ikki kenna
hann, kundi bent á, at hann er treytaður av
onkrum serligum. Spumingurin er eitt nú,
hvørt siðurin serliga er kendur í húsum, har
ið seyðurin ikki var so nógvur, men húsar-
haldið stórt, meðan hann møguliga ikki er
so væl kendur í bóndahúsum, har ivaleyst
var til av øllum - her verður hugsað um,
hvørt siðurin mundi vera treytaður av sam-
felagsligu umstøðunum hjá hvørjum húsar-
haldi sær. »Alt kann etast av seyði uttan
miltið og brisið«, plagdu tey at taka til. Men
enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu
hesum viðvíkjandi. Hetta er bert ein av
spumingunum, ið kunnu verða viðgjørdir,
tá ið hetta evnið verður kannað.
Sum nevnt í innganginum, so hava vit,
nú hesi bein em komin aftur í ljósmála,
fingið eitt heilt nýtt fyribrigdi í føroyskari
fomfrøði og eftir øllum at døma í fólkalívs-
frøðini við. At hetta er eitt fyribrigdi, ið vit
fara at síggja í fomfrøðiliga tilfarinum
framyvir, kom týðuliga fram, tá ið vit í vár
gjørdu smærri fomfrøðiligar kanningar í
Suðurlonini á Reynagarði úti í Tinganesi, tí
tá funnu vit aftur seyðaføtur við hesum
somu eykennum. 'Reynagarðsbeinini' stava
tó ikki frá bústaðafláum, ið em so gamlar