Fróðskaparrit - 01.01.1995, Síða 6
10
HANS DEBES JOENSEN
føroysku orðabókina er orðtikið eitt stórt
úrval av tflíkum, ið ætlast kann at hava al-
mennan áhuga. Eitt av mongum nýggjyrð-
um í bókini er eyðkvæmi ‘AIDS’. Minnist,
at vit einaferð høvdu talað saman um,
hvussu týðandi tað var at lata nýgjørt
heimaorð líkjast hinum fremmanda í ljóði,
um ikki annað so á oddanum. Einaferð
seinni kom bræv við hansara kallmansligu,
men ikki altíð eyðlisnu hond, skrivað í
Umeá í Svøríki, har hann var staddur sam-
an við konuni, ið starvaðist á sjúkrahúsi har
eina tíð. Spumingurin var, hvussu mær
dámdi orðið eyðkvæmi, sum hann hevði
smíðað eftir teirri reglu, vit høvdu skift orð
um. Eg skrivaði honum aftur, at mær leitst
væl á orðið, betri gjørdist valla. Nú er tað
væl kent - tíverri, kunnu vit siga - tó í harð-
ari kapping við hitt merkingartóma enska
styttingarheitið.
Herfyri bómst Føroyamálsdeildini tvær
stórar rokaðar pappeskjur við orðaseðlum
og øðrum málsligum fortilfari til lækna-
bókina - eitt kærkomið íkast til orðasavnið.
Hanus hevur lagt eftir seg ríkan arv teim-
um, ið aftaná koma, vónandi at røkja væl og
nøra um. Hann hevur verið felagi okkara,
setri og landi ein góður maður. Minnið um
hann goyma vit í virðing og við takklæti.