Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 55
59
Mergsogin bein - ein aldargamal matsiður
Símun V. Arge
Úrtak
Stutt framløga av vitnisburði um foman matsið, ið ikki
tykist skrásettur áður. Nakrir tvíholaðir fótleggir av
seyði, ið komu fram í ljósmála, tá ið rannsakað varð
fomfrøðiliga í Uppistovubeitinum í Leirvík í 1994,
bendu á, at fólk hava sogið mergin úr beinunum, eins og
tað nýliga er ávíst í bæði Hetlandi og Islandi. Neyvari
kanningar hava nú víst, at ávís fólk í nøkrum plássum
kenna henda sið, og enntá at onkur fremur hann enn:
seyðaføtumir vóm svidnir og kókaðir aftur við seyðar-
høvdum. Ein heimildarmaður hevur greitt frá, at við
dolki varð eitt hol borað niður í ovara enda og eitt hol
inn á síðuna við niðara enda á legginum. Síðan varð ov-
ari endi settur í munnin á einum bami, og ein vaksin
blásti í hitt holið, tá kom mergurin út sum bleytt smør.
Men siðurin tykist ikki hava verið lýstur áður í fólkalívs-
frøðiligum ella siðsøguligum bókmentum og lítið kend-
ur sum so. Heldur ikki hevur hann sett sær merki máls-
liga uttan í fluttari merking. Siðurin er nú fomfrøðiliga
staðfestur í áðumevndu rannsókn í Leirvík, har hann er
tíðarfestur til 1100-1200-árini, meðan tflík bein í vár em
funnin við rannsókn í Reynagarði, á Tinganesi, Tórs-
havn, har tey em tíðarfest til 1600-1700-árini. Neyðugt
verður við framhaldandi kanningum av hesum áhuga-
verda fyribrigdi.
Abstract
A short presentation of evidence of an ancient food cus-
tom which does not seem to have been registered previ-
ously in the Faroes. In 1994 some bi-perforated sheep
metatarsi were found during an archaeological research
at "í Uppistovubeitinum" in Leirvík. These bones indi-
cated that people have sucked the marrow out of the
bones just as has recently been pointed out on the Shet-
land Islands as well as on Iceland. Close examination
now displays the fact that this habit is known by certain
people at some places and that it is actually still being
performed by at least one person: the hair on the sheep-
's legs was bumt off and then the legs were boiled along
with the sheep's heads. An informant has explained that
with a dagger one hole was drilled down through the up-
per end and one through the side by the bottom end of
the leg. Then the upper end was put into the child's
mouth, and an adult would blow into the other hole, thus
the marrow emerged as soft butter. But the custom does
not seem to have been described earlier in any literature
on Faroese ehtnology or cultural anthropology, and few
seem to know about it. Neither has the custom influ-
enced the language except in a figurative sense. Now the
custom has been archaelogically confirmed by the
above mentioned excavation in Leirvík. There the cus-
tom has been dated back to 1100-1200 A.D., whereas
last spring similar bones were found during an excava-
tion at in “í Reynagarði” at Tinganes in Tórshavn. Those
bones were dated back to 1600-1700 A.D. Yet another
cultural element has been confirmed which the Faroes
have in common with their neighbours to the south and
to the north. However, further investigation of this in-
teresting phenomenon is required.
Inngangur
Tá ið fomar bústaðaleivdir her á landi
verða rannsakaðar fomfrøðiliga, koma
mangan nógvir ymiskir gripabólkar undan
kavi. Ymist er, hvørjir hesir bólkar em.
Hetta veldst í fyrstu syftu um, úr hvørjum
tíðarskeiði bústaðaleivdimar em, men
sanniliga eisini um, hvussu umstøðumar á
tí ávísa staðnum em, fyri at tilfarið, gripir-
nir em úr, varðveitist, tá ið tað hevur ligið í
mold í fleiri hundrað ár.
Ein av teimum gripabólkum, ið vit van-
Fróðskaparrit 43. bók. 1995: 59-65