Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 57

Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 57
MERGSOGIN BEIN - EIN ALDARGAMAL MATSIÐUR 61 djórum - ið eru so smá, at lítið og einki skal til, fyrr enn tey fúna og hvørva heilt. Eru tey tó varðveitt, kunnu tey kortini vera ring at bera eyga við, um ikki tilfarið, tey liggja í, verður soldað við smámeskaðum neti. At savna djórabein hevur serliga vunnið fram seinnu árini. Tí, greina og kanna vit beinini gjøllari, fæst meiri at vita um lívs- og fyri tað eisini um deyðs-korini hjá dýr- unum og sostatt eisini óbeinleiðis um við- urskiftini millum menniskju og djór. Har- umframt geva beinkanningar okkum eina mynd av matsiðum hjá tátíðar menniskjum, og tær geva eisini ábendingar um livikor hjá fólki, um matframleiðslu og nýtslu- mynstur. Tvíholaðir fótleggir í eini sjónvarpssending nýggjársdag í ár, sum Sjónvarp Føroya hevði gjørt um Før- oya Fomminnissavn, kom undirritaði inn á hetta evnið og nýtti í tí fomfrøðiliga partin- um av sendingini millum annað høvið til at vísa fram nakrar fótleggir av seyði, ið vóm sermerktir, tí tvey hol vóm borað ígjøgnum teir - annað varð borað inn á síðuna við niðara enda og hitt niður í ovara enda, sí mynd 1. Hetta em fótleggir, ið vit funnu summarið 1994, tá ið fomfrøðiliga rann- sóknin fór fram í Uppistovubeitinum í Feir- vík. Orsøkin til at júst hesir fótleggir vórðu tiknir fram í ljósmála var hon, at ein amer- ikanskur fomfrøðingur tá nýliga hevði víst á, at bein við tílíkum eyðkennum vóm funnin í Sandwick á oynni Unst í Hetlandi, tá ið rannsakað varð í bústaðaleivdum, ið verða tíðarfestar til tíðarskeiðið 1100- 1300-árini (Bigelow, 1993). Kanningar, hann hevði gjørt av tilfari, ið varð savnað frá øðmm rannsóknum í Het- landi, høvdu víst, at nøkur fá bein við tílík- um eyðkenni vóm at finna í teimum yngru norrønu bústaðaleivdunum frá Jarlshof, men ikki í bústaðaleivdum úr víkingaøld. At eingir tvíholaðir fótleggir em komnir undan kavi, tá ið onnur norrøn búpláss har í oyggjunum hava verið rannsakað, kemur helst av, at á teimum plássunum hava varð- veitingarumstøðumar fyri bein verið sera vánaligar. Bigelow vísir á, at slík bein eisini em funnin, tá ið rannsakað hevur verið fomfrøðiliga í íslandi, men hvørki í Orkn- oyggjum ella Norður-Skotlandi em nøkur funnin, hóast tað var væntandi. Tey em heldur ikki funnin í teimum norrønu bú- plássunum í Grønlandi ella í móðurlandin- um Noregi. Hann ger eisini vart við, at hon- um kunnugt em tey ikki ávíst í Føroyum, og hetta undrar hann, so lík siðmenningin annars hevur verið í hesum umhvørvi (Bigelow, 1993:451). Av tí at hetta fyribrigdið ikki var staðfest her í oyggjunum, góvu vit tí sjálvsagt ser- ligan ans, tá ið fomfrøðiliga rannsóknin í Uppistovubeitinum í Leirvík varð uppaft- urtikin summarið 1994. Áhugavert var tí, at nú djórabeinini, ið vit høvdu savnað úr bú- staðafláunum har, vóm reinsað seinasta vetur, funnu vit bein við heilt somu eyð- kennum, t.e. við gjøgnumboraðum holum eins og beinini í Hetlandi. Mergsogin bein - ein fornur matsiður Hvussu verða so hesi bein tulkað? Hví er borað ígjøgnum fótleggimar? Var ætlanin at fáa hendur á merginum, hevði tað tá ikki
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.