Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 87
91
Vøtnini í Hesti
Sigmundur í Dali
Úrtak
Greinin er eitt víðkað framhald av 5 áður prentaðum
greinum um »Uppmáting av vøtnum í Føroyum«.
Ein dátugrunnur fyri vøtnini í Føroyum verður
umrøddur og framlagdur fyri Hests markatalsbygd fyri
at geva eina lýsing av vøtnunum í Hesti, og eitt íkast til
spumingin, hvør munur er á einum vatni og eini tjøm.
Harumframt verða tær broytingar av vøtnunum lýstar,
sum framdar em annaðhvørt av manna- ella náttúm-
ávum.
Abstract
The article is an enlarged continuation of 5 formerly
printed articles on Survey of Faroese Lakes.
A data base of the lakes in the Faroe Islands is men-
tioned and displayed for »Hests markatalsbygd«, to give
a description of the lakes in Hestur, and a contribution to
the question of the differentiation between a »vatn« and
a »tjøm«. In addition the changes of the lakes are de-
scribed whether caused by man or nature.
Vøtnini í Hesti liggja í ovastu basaltflá-
unum. Longdin av vøtnunum gongur somu
leið sum ísgongdin. (Gunni Jørgensen og
Jóannes Rasmussen, 1986). Hinvegin eru
tjamimar harumframt partvís merktar av
eini rivuskipan á tvøran ísgongdina. Sjá
kort 408.
í tíðarskeiðinum frá 1.08. til 20.08.1895
varð Hestur fyrstu ferð uppmátað og tekn-
að á máliborðsblað av guidinum F. Hansen.
Hetta blað vísti hæddarstrikumar fyri
hvørjar 10 m uttangarðs og fyri hvørjar 5 m
innangarðs. Umframt onnur fyribrigdi
kunnu í hesum sambandi nevnast vøtn,
tjamir, hyljar og áir. Fyrsta kortið av Hesti
kom í 1901 og var merkt F10. Onnur
útgáva kom í 1943 og er merkt M35.
3. útgáva av Hesti nevnd 408 er grundað
á úttekning av svart/hvítum luftfotomynd-
um í stødd 1/30000 tiknar 4.06.1983.
Partur av 408
Fróðskaparrit 43. bók. 1995: 91-99