Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 89
VØTNINI f HESTI
93
1. 2. 3.
Metrar teinur teinur teinur
úr dýpi dýpi dýpi
landi m m m
0 0.0 0.0 0.0
5 0.7 0.75 0.45
10 0.8 0.45 0.50
15 1.0 - -
20 1.1 - -
25 1.1 0.50 0.55
50 1.0 0.35 0.65
75 0.50 0.20 0.35
78 - 0.0 0.0
100 0.50
125 0.50
150 0.50
200 0.40
215 0.00
Avvik á ekkoloddi= -0.20 m
teinur 2. og 3. máldur við málistokki
VATN.NR.:
Y =
X =
HÆDD:
MÁLIBLAÐ:
OYGGJ:
NAVN-HEITI:
UPPLÝSING:
843
6.50 cm
13.20 cm
226.00 m
M35
HESTUR
FLA: OV
VÍDD-ha. 2.08 ha
MARKATALSBYGD: 35
MATR.NR.:
NÝTSLA-BROYTING:
Faradalsvatn AVFALSØKI: 28.2 ha
Uppmátað 8.10.1982. Størsta mátaða dýpi
1.3 m. Sigmundur í Dali (1986-1987). 17.09.1994 varð lit-
mynd tikin av vatninum, og sóust síl á vatninum. 29.09.1994
upplýsti Rólant Lenvig, at neytakonumar vóru famar at kalla
vatnið Fagradalsvatn; tá hevði abbi hansara og aðrir sagt, at
tað rætta navnið var Faraldsvatn, og somuleiðis Faraldsstaðir
og Faraldshálsur, og átti tí at verið kannað, um hetta ikki var
gamalt norrønt navn. 21.11.1994 hevur Rólant Lenvig hesar
viðmerkingar: Faraldsvatn, Faradalsvatn, Fagradalsvatn.
Gamalt er sagt, at gott bam hevur nógv nøvn, og soleiðis er
tað við hesum vatninum. Tað hevur á okkara døgum fingið
nógv nøvn, hvørt fagrari enn annað. Men soleiðis hevur ikki
altíð verið, tí teir gomlu hestmenn, sum eg búði ímillum og
kom á tal við, hesir sum vóm aldir og uppvaksnir í Hesti og
havt sítt dagliga yrki har, kallaðu vatnið Faraldsvatn, og hálsin
oman móti Dalinum, Faraldsháls. Teir bakkamenn sum eg
hoyrdi snakka um bakkaferðir, søgdu seg onkuntíð at hava
verið í Faraldstøðum. Nú hava fróðir menn lagt til merkis, at í
beinari linju tvørtur um oynna vestureftir, úr Faraldsvatni í
Faraldsstaðir, er ein dalur á vegnum, sum teir gita, kann hava
itið Fagridalur, hóast hestmenn aldri hava hoyrt tað navnið
gitið, tí ímillum hestmenn hevur hann bara itið Dalurin. Men
hann kundi so væl itið Fagridalur fyri tað, tí fagrari dalur er
neyvan at fínna í hesum heimi. ímillum Hælsvatn og Faralds-
vatn er ein mókendur bloti, sum ivaleyst áður hevur verið ein
tjøm, og sum enn stundum kann hava allar eginleikar sum
tjøm. Hestmenn hava ígjøgnum tíðimar roynt at minka um
vøtn og tjamir, og í summum støðum hevur tað eydnast
teimum at veita tey heilt burtur. Bæði Loftavatn og
Faraldsvatn hava áður verið bæði djúpari og størri enn tey em
nú. Móurtjøm er helst svunnin burtur í einki av hesum áður,
og liggur tí nú sum ein bloti meginpartin av árinum. Tann,
sum hevur sína daglig gongd har, sær, at úr Faraldsvatni um
Móurtjøm út í Hælsvatn, er ein djúp grift grivin fyri at halda
Faradalsvatn sæð norðanífrá