Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 5

Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 5
HANS DEBES JOENSEN 9 vardi ritgerðina á sinni, var fyrilestrasalurin við St. Pæturs stræti nærum fullsettur av emum landsmonnum, ið samfegnaðust doktaraevninum. Onkur man við mær minnast, tá ið Christian Matras ex auditorio andmælti ymsum í málbúnanum í úrtakin- um og dró okkurt fram, ið betur átti at verið orðað. Eitt, ið enn stendur mær fast í minni, var tá ið Christian segði: »Det hedder ikke eitt ára gamal, men ársgamal.« Soleiðis talar vinur, ið vomm sær! Tá er tann lítla bókin Mannakroppurin (1957) øðrvísi heilskapað málsliga og stfls- liga. Hetta er eyðsæð frumskrivaður tekst- ur, og orðalagið - við frøðiorðum - er væl valt og sambæriligt út í ytstu æsir. Sonn njóting at lesa. Aftanfyri hóma vit tann ágrýtna og vandna vísindamannin og fagur- frøðingin, sum hevur leitað víða í bókfest- um og mæltum máli eftir atfeingi og við kønari hond valt burturúr tað, hann hevur hildið hóskað, og har einki fanst fyri, hegn- isliga gjørt av nýggjum - men tó altíð við rót í heimligum botni. Hanus var sovorðin maður, ið las orðabøkur sær til fragdar, sum fólk flest lesa brotsmálasøgur! Ein hin størsta yrkismálsliga sigur hevur hann vunnið við bókini Alisfrøði (1969). Bókina vígir hann »teimum, ið kongamar settu«, tí hann viðurkennir, at hann stendur á herðunum á teimum, ið undan fóm í strevinum at fetta føroyska tungu. I for- mælinum sigur hann frá sínum fyrstu royndum at týða partar av skúlabók í alis- frøði, men tann orðfái stórbygdardrongurin varð at viðurkenna, at hann var málloysing- ur, sum hann tekur til um sjálvan seg. Men tann, ið hetta verk hevur latið úr hondum, var eingin málloysingur. Henda dygga bók yður í hepnum nýgerðum og arvorðum, ið fingið hava víðkaða vísindaliga merking. Sum Christian Matras mangan hevur sagt, er tflíkt málsligt royndarvirki neyðugt - hó- ast ikki er væntandi, at alt kemur til lívs og í nýtslu. Her hevur høvundurin sýnt eitt dirvi, ið er undranarvert, tí er tað ikki júst smædni fyri tí vælkenda illflenninum, ið heldur mongum manni aftur, ið annars hevði hug og hegni til málbótar? Men Han- us kundi gleðast við, at mong av hugfostr- um hansara hava tikið við lívi og eru und- ansloppin at kalla. Av handahógvi kunnu verða nevnd orð sum alisfrøði ‘physike’, ástøði ‘theória’, tøkni ‘tekhnike’, skilvísur ‘logikós’. Og ivaleyst eiga mong fleiri framtíðina fyri sær. Ómissandi í málrøktini á hesum øki er orðalistin, sum hann evndi til saman við Jóhannesi av Skarði, og Mál- stovnur Fróðskaparfelagsins gav út. Við hini stóru Læknabók á sjógvi og á landi í tveimum bindum (1989) við bókini Rúseitur - turvelvandi drøgg, ið kom sum ein undandøttur í 1987, hevur Hanus iva- leyst gjørt sítt størsta yrkisliga og málsliga bragd. í hesum stórverki hevur hann fyrst og fremst bygt á upprunaligt føroyskt mál um kropp og limir, sjúku og heilsuráð. Til tess at leita sær orðfeingi hevur hann pløgt ígjøgnum alt hitt stóra seðlasavnið til før- oyska orðabók á Føroyamálsdeildini, og á leiðini hevur hann samtíðis bøtt og nørt um savnið. Frá honum er eisini fingið orðatil- far, sum hann í viðtalu við sjúklingar hevur loftað teimum av munni og í skundi merkt upp. Stflurin er liðiligur og ótilgjørdur. Men alt var ikki til á fólksins vørrum, og har, sum í hevur vantað, hevur hann smíðað orð og heiti, og tað í margatali. Til nýggju
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.