Fróðskaparrit - 01.01.1995, Qupperneq 5
HANS DEBES JOENSEN
9
vardi ritgerðina á sinni, var fyrilestrasalurin
við St. Pæturs stræti nærum fullsettur av
emum landsmonnum, ið samfegnaðust
doktaraevninum. Onkur man við mær
minnast, tá ið Christian Matras ex auditorio
andmælti ymsum í málbúnanum í úrtakin-
um og dró okkurt fram, ið betur átti at verið
orðað. Eitt, ið enn stendur mær fast í minni,
var tá ið Christian segði: »Det hedder ikke
eitt ára gamal, men ársgamal.« Soleiðis
talar vinur, ið vomm sær!
Tá er tann lítla bókin Mannakroppurin
(1957) øðrvísi heilskapað málsliga og stfls-
liga. Hetta er eyðsæð frumskrivaður tekst-
ur, og orðalagið - við frøðiorðum - er væl
valt og sambæriligt út í ytstu æsir. Sonn
njóting at lesa. Aftanfyri hóma vit tann
ágrýtna og vandna vísindamannin og fagur-
frøðingin, sum hevur leitað víða í bókfest-
um og mæltum máli eftir atfeingi og við
kønari hond valt burturúr tað, hann hevur
hildið hóskað, og har einki fanst fyri, hegn-
isliga gjørt av nýggjum - men tó altíð við
rót í heimligum botni. Hanus var sovorðin
maður, ið las orðabøkur sær til fragdar, sum
fólk flest lesa brotsmálasøgur!
Ein hin størsta yrkismálsliga sigur hevur
hann vunnið við bókini Alisfrøði (1969).
Bókina vígir hann »teimum, ið kongamar
settu«, tí hann viðurkennir, at hann stendur
á herðunum á teimum, ið undan fóm í
strevinum at fetta føroyska tungu. I for-
mælinum sigur hann frá sínum fyrstu
royndum at týða partar av skúlabók í alis-
frøði, men tann orðfái stórbygdardrongurin
varð at viðurkenna, at hann var málloysing-
ur, sum hann tekur til um sjálvan seg. Men
tann, ið hetta verk hevur latið úr hondum,
var eingin málloysingur. Henda dygga bók
yður í hepnum nýgerðum og arvorðum, ið
fingið hava víðkaða vísindaliga merking.
Sum Christian Matras mangan hevur sagt,
er tflíkt málsligt royndarvirki neyðugt - hó-
ast ikki er væntandi, at alt kemur til lívs og
í nýtslu. Her hevur høvundurin sýnt eitt
dirvi, ið er undranarvert, tí er tað ikki júst
smædni fyri tí vælkenda illflenninum, ið
heldur mongum manni aftur, ið annars
hevði hug og hegni til málbótar? Men Han-
us kundi gleðast við, at mong av hugfostr-
um hansara hava tikið við lívi og eru und-
ansloppin at kalla. Av handahógvi kunnu
verða nevnd orð sum alisfrøði ‘physike’,
ástøði ‘theória’, tøkni ‘tekhnike’, skilvísur
‘logikós’. Og ivaleyst eiga mong fleiri
framtíðina fyri sær. Ómissandi í málrøktini
á hesum øki er orðalistin, sum hann evndi
til saman við Jóhannesi av Skarði, og Mál-
stovnur Fróðskaparfelagsins gav út.
Við hini stóru Læknabók á sjógvi og á
landi í tveimum bindum (1989) við bókini
Rúseitur - turvelvandi drøgg, ið kom sum
ein undandøttur í 1987, hevur Hanus iva-
leyst gjørt sítt størsta yrkisliga og málsliga
bragd. í hesum stórverki hevur hann fyrst
og fremst bygt á upprunaligt føroyskt mál
um kropp og limir, sjúku og heilsuráð. Til
tess at leita sær orðfeingi hevur hann pløgt
ígjøgnum alt hitt stóra seðlasavnið til før-
oyska orðabók á Føroyamálsdeildini, og á
leiðini hevur hann samtíðis bøtt og nørt um
savnið. Frá honum er eisini fingið orðatil-
far, sum hann í viðtalu við sjúklingar hevur
loftað teimum av munni og í skundi merkt
upp. Stflurin er liðiligur og ótilgjørdur.
Men alt var ikki til á fólksins vørrum, og
har, sum í hevur vantað, hevur hann smíðað
orð og heiti, og tað í margatali. Til nýggju