Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 58

Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 58
62 MERGSOGIN BEIN - EIN ALDARGAMAL MATSIÐUR verið bæði skjótari og lættari at brotið legg- in, eins og gjørt verður enn? Tá ið fótleggimir, ið funnir em í Het- landi, verða viðgjørdir, verður m.a. nevnt, at fólk munnu hava borað ígjøgnum fót- leggin heldur enn at bróta ella klúgva hann, tí tey helst hava havt í hyggju at nýta leggin í heilum líki til okkurt, eitt nú til nálarhúsa. Eisini verður gjørt vart við, at úr íslandi frættist, at enn í 19. øld varð borað ígjøgn- um seyðaføtur til at fáa fatur á merginum. Harafturat verður víst á, at har hava tflíkir leggir verið nýttir sum flot til línu, nálar- húsa og bamaleiku (Bigelow, 1993:449- 450). Sum eg nevndi, so var hesin siður í Het- landi tíðarfestur til 1100-1300-árini, men hann er ikki kendur í nýggjari tíð. I Islandi eru slík bein funnin í bústaðaleivdum úr miðøld, og her er eisini líkt til, at beinini ikki verða funnin í fláum eldri enn miðøld eins og í Hetlandi (Amorosi, 1992:132). Siðurin er sostatt staðfestur til miðøld, men í Islandi hevur verið hildið fast um hann langt upp í 1800-árini. Beinini, ið vórðu funnin í Uppistovubeitinum í Leirvík, kunnu júst tíðarfestast til sama tíðarskeið sum tey í Hetlandi, tvs. 1100-1200-árini. Gjørt verður tó vart við, at hetta er fyribils tíðarfesting, av tí at rannsóknin ikki er lokin enn, og tilfarið heldur ikki viðgjørt í síni heild. Men beinini, ið vit funni, gjørdu tað, at vit fóm at kanna gjøllari, hvat ið vit vistu um henda sið í Føroyum og hvussu leingi siðurin mundi hava hildið sær her á landi. Fyrst varð at leita í tí, ið komið er upp á prent um seyð og um tað, ið fæst av seyði. Men løgið var, einki var at finna um júst hetta fyribrigdið. So royndi eg at spyrja meg fyri hjá fólki, ið eg helt høvdu skil á seyði og tí, ið hevur við seyð at gera. Men henda sið tóktist eingin vita um ella hava hoyrt um áður. Tískil tóktist siðurin fremm- andur her hjá okkum - í hvussu so er nú á døgum. Av hesum var hugsandi, at siðurin eins og í Hetlandi longu varð burturlagdur einaferð í miðølđ ella nakað seinni. Føroyskur matsiður Tó so - dagin eftir áðumevndu sjónvarps- sendingina ringdi tíðindafróður maður á Fomminnissavnið. Hann greiddi frá, at bert tveir dagar undan sjónvarpssendingini, hevði hann sitið við døgverðaborðið heima hjá sær sjálvum saman við tveimum yngri ættarliðum og etið seyðarhøvd og seyðaføt- ur og borað leggimar fyri at fáa fatur á merginum, heilt á sama hátt, sum víst hevði verið á í sendingini! Hetta vóm forkunnug tíðindi, og fekk eg frá hesum heimildar- manni holla frágreiðing um, hvussu hann hevði borið seg at, hví hann hevði gjørt so, og um, hvat ið hann annars visti um siðin. Seyðaleggir vórðu opaðir soleiðis, tí mergurin skuldi súgvast úr fótunum. Frá bamaámm hansara hevði verið vanligt, at lambsføtimir vórðu kókaðir saman við seyðarhøvdunum. Hetta var gjørt fyri at drýggja seyðarhøvdini, tí tey vóru nógv í húsi. Mergurin var sostatt eitt ískoyti til bømini, tá ið tey kókaðu seyðarhøvd til døgverða. Heimildarmaðurin, ið er um miðal aldur, sigur soleiðis frá: »Tá ið høvdini vóru løgd ella hongd út í hjallin at ræsa, vóru lambsføtumir tiknir við. Tá ið so høvdini blivu sviðin, so vóm føtumir svidnir eisini. Meðan tær vóm heitar av eld-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.