Fróðskaparrit - 01.01.1995, Síða 58
62
MERGSOGIN BEIN - EIN ALDARGAMAL MATSIÐUR
verið bæði skjótari og lættari at brotið legg-
in, eins og gjørt verður enn?
Tá ið fótleggimir, ið funnir em í Het-
landi, verða viðgjørdir, verður m.a. nevnt,
at fólk munnu hava borað ígjøgnum fót-
leggin heldur enn at bróta ella klúgva hann,
tí tey helst hava havt í hyggju at nýta leggin
í heilum líki til okkurt, eitt nú til nálarhúsa.
Eisini verður gjørt vart við, at úr íslandi
frættist, at enn í 19. øld varð borað ígjøgn-
um seyðaføtur til at fáa fatur á merginum.
Harafturat verður víst á, at har hava tflíkir
leggir verið nýttir sum flot til línu, nálar-
húsa og bamaleiku (Bigelow, 1993:449-
450).
Sum eg nevndi, so var hesin siður í Het-
landi tíðarfestur til 1100-1300-árini, men
hann er ikki kendur í nýggjari tíð. I Islandi
eru slík bein funnin í bústaðaleivdum úr
miðøld, og her er eisini líkt til, at beinini
ikki verða funnin í fláum eldri enn miðøld
eins og í Hetlandi (Amorosi, 1992:132).
Siðurin er sostatt staðfestur til miðøld, men
í Islandi hevur verið hildið fast um hann
langt upp í 1800-árini. Beinini, ið vórðu
funnin í Uppistovubeitinum í Leirvík,
kunnu júst tíðarfestast til sama tíðarskeið
sum tey í Hetlandi, tvs. 1100-1200-árini.
Gjørt verður tó vart við, at hetta er fyribils
tíðarfesting, av tí at rannsóknin ikki er lokin
enn, og tilfarið heldur ikki viðgjørt í síni
heild. Men beinini, ið vit funni, gjørdu tað,
at vit fóm at kanna gjøllari, hvat ið vit
vistu um henda sið í Føroyum og hvussu
leingi siðurin mundi hava hildið sær her á
landi.
Fyrst varð at leita í tí, ið komið er upp á
prent um seyð og um tað, ið fæst av seyði.
Men løgið var, einki var at finna um júst
hetta fyribrigdið. So royndi eg at spyrja
meg fyri hjá fólki, ið eg helt høvdu skil á
seyði og tí, ið hevur við seyð at gera. Men
henda sið tóktist eingin vita um ella hava
hoyrt um áður. Tískil tóktist siðurin fremm-
andur her hjá okkum - í hvussu so er nú á
døgum. Av hesum var hugsandi, at siðurin
eins og í Hetlandi longu varð burturlagdur
einaferð í miðølđ ella nakað seinni.
Føroyskur matsiður
Tó so - dagin eftir áðumevndu sjónvarps-
sendingina ringdi tíðindafróður maður á
Fomminnissavnið. Hann greiddi frá, at bert
tveir dagar undan sjónvarpssendingini,
hevði hann sitið við døgverðaborðið heima
hjá sær sjálvum saman við tveimum yngri
ættarliðum og etið seyðarhøvd og seyðaføt-
ur og borað leggimar fyri at fáa fatur á
merginum, heilt á sama hátt, sum víst hevði
verið á í sendingini! Hetta vóm forkunnug
tíðindi, og fekk eg frá hesum heimildar-
manni holla frágreiðing um, hvussu hann
hevði borið seg at, hví hann hevði gjørt so,
og um, hvat ið hann annars visti um siðin.
Seyðaleggir vórðu opaðir soleiðis, tí
mergurin skuldi súgvast úr fótunum. Frá
bamaámm hansara hevði verið vanligt, at
lambsføtimir vórðu kókaðir saman við
seyðarhøvdunum. Hetta var gjørt fyri at
drýggja seyðarhøvdini, tí tey vóru nógv í
húsi. Mergurin var sostatt eitt ískoyti til
bømini, tá ið tey kókaðu seyðarhøvd til
døgverða. Heimildarmaðurin, ið er um
miðal aldur, sigur soleiðis frá:
»Tá ið høvdini vóru løgd ella hongd út í
hjallin at ræsa, vóru lambsføtumir tiknir við.
Tá ið so høvdini blivu sviðin, so vóm føtumir
svidnir eisini. Meðan tær vóm heitar av eld-