Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 94
98
VØTNINI f HESTI
1934), so skilst, hví uppmátaramir í 1995
ikki sóu ta nýggju tjømina, og at tann
vaksandi torvnýtslan heilt upp til seinna
heimsbardagalok beindi fyri teimum smáu
tjarnunum á torvheiðunum.
Fregnast hevur verið hjá kønum fólki um
munin á einum vatni og eini tjøm, og hvat
orðið tjørn veraliga merkir; tó enn uttan
nøktandi svar.
í Hesti sæst, at í flestu føram, er lítil
munur á dýpinum í vøtnunum og tjam-
unum.
Eisini sæst, at størsta tjømin er 0.26 ha,
og minsta vatnið 0.62 ha. So í Hesti kann
tað vera støddin, sum hevur verið avger-
andi.
21.11.1994 ger Rólant Lenvig hesar við-
merkingar til spumingin, hvat ið eitur vatn,
og hvat ið eitur tjøm: »Hetta ivamál stingur
seg eisini upp, tá ið spumingurin er, hvat er
ið er fjørður, og hvat ið er sund. Hyggja vit
at kortinum og skeita niður á Norðoyar, so
síggja vit, at har era bæði firðir og sund. Og
tað sæst við einum hálvum eyga, at firðimir
hava so beina og javna strond, sum tað
kann bera til í náttúrani, meðan sundini
hava trongar ella nes skorin inn í seg.
Fara vit norður í Sund, so hava vit Tanga-
fjørð alt frá Nólsoyarfirði og so langt norð-
ur sum strondin er nøkulunda bein, í hvørt
fall á Kollfjarðasíðuni. Norðanfyri koma so
nesini, sum býta hendan sjógvin í fleiri
partar. So nú eitur tað ikki longur Tanga-
fjørður, men norður í Sundum, tað vil siga í
fleiri sundum, bæði norðan fyri og sunnan
fyri Streym. Eg haldi, at tað er tað føroyska
málmedvitið, sum hevur her gjørt seg gald-
andi hjá teimum føroyingum, sum í meir
enn túsund ár hava balst í hesum oyggjum.
sum hevur lagt teimum henda munin í
munnin.
Tað kemur mær fyri, at hetta sama fyri-
brigdið hevur sagt føroyingum, hvat ið er
vatn, og hvat ið er tjøm. Vatnið hevur meira
javnar strendur, meðan tjømin hevur inn-
skeringar eina ella fleiri staðir í sær. Tað
kann vera, at støddin ger mun, tí í einum
stórum vatni eru innskeringamar ikki so
týðuligar sum í einum lítlum. Við hvørt
kunnu menn hava verið í iva, so at tað, sum
eitur vatn r einari bygd, kann eita tjøm í eini
aðrari. Men har havi eg einki dømi við
hondina at vísa á.«
Aðrar upplýsingar í dátugrunninum
benda á, at møguliga er eitt samband mill-
um tann nógva plantugróðurin í Heygatjøm
og móranøgdina.
Har er vakurt uppi á Hesti; tí undrast ein
ikki á, at neytakonumar broyttu navnið til
Fagradalsvatn.
Men hvussu fer at síggja út um eini 1000
ár. Tað kunnu vit gera okkum eina meting
um av boriúrslitunum á Skælingsvatni
(Vatnið í Brekkum), Jóhannes Jóhansen
(1968), og boriúrslitið á Saksunarvatni,
Jóhannes Jóhansen (1977). Her sæst, at
Skælingsvatn í søguligari tíð er grynt um
1.50 m gjøgnum 1000 ár, meðan Saksunar-
vatn er grynt um 3.30 m gjøgnum 1000 ár.
Munurin stendst ivaleyst av muninum á
víddini av avfalsøkjunum. Tá størsta dýpi á
Hælsvatni bert er 1.0 m, og tá størsta mát-
aða dýpi á Faradalsvatni er 1.3 m so má
neyvan verða onnur vøtn enn Loftavatn og
Barkilsvatn, tá upplýsingamir vísa, at mun-
urin millum støddina á avfalsøkinum og
støddina á hesum vøtnum er í minna lagi til
at kunna fylla tey upp til ár 3000.