Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 14
Nr. 10.
18. februar.
REGLUGERÐ
fyri
Telefonverk Føroya Løgtings.
§ 1. Telefonverk Føroya Løgtings er stovnur undir Føroya Landsstýri.
2. stk. Telefonverkið hevur til endamáls:
1. at lúka landsins tørv á telefonsambandinum innanlendis og millum Føroyar og útheimin,
2. at vera tænastuveitandi stovnur og í so stóran mun sum gjørligt rikin út frá handilsligum
sjónarmiðum,
3. at laga seg eftir menning samfelagsins og átaka sær víðkað virksemi, tá ið viðurskiftini
tala fyri tí,
4. at hava samvinnu á breiðum grundarlagi við postverkið, gjaldstovuna og aðrar almennar
stovnar.
§ 2. Landsstýrið setir telefonverkstjóran, ið hevur leiðsluna av telefonverkinum.
2. stk. Landsstýrið setir eftir tilmæli frá telefonverksstjóranum ein fíggjarstjóra, sum undir
telefonverkstjóranum hevur ábyrgdina av fíggjardeild og fyrisiting telefonverksins.
3. stk. Landsstýrið setir eftir tilmæli frá telefonverkstjóranum ein tekniskan stjóra, sum
undir telefonverkstjóranum hevur ábyrgdina av teknisku útbygging og tekniska rakstri
telefonverksins.
4. stk. Telefonverkstjórin setir og loysir úr starvi starvsfólkið annars í samráð við awarð-
andi stjóra, jbr. 2. og 3. stk.
5. stk. Talið á starvsfólki verður sett av landsstýrinum. Starvsfólkið verður lønt og starvast
eftir sáttmálum og eftir reglum settar av landsstýrinum, har ikki lógarreglur eru.
§ 3. Landsstýrið setir í samráð við telefonverkstjóran reglur fyri fíggjardeild
telefonverksins.
§ 4. Telefonverkið hevur sín roknskap, sum verður grannskoðaður av lóggildum grann-
skoðara og síðani at góðkenna eftir reglunum fyri almennar roknskapir.
2. stk. Utbyggingar-, fíggjar-, rakstrar- og íløguætlan fyri telefonverkið verður løgd á hvørj-
um ári og skal latast landsstýrinum til góðkenningar í seinasta lagi 1. juli.
§ 5. Til tess at meta um og ráðgeva landsstýrinum um tær í § 4 nevndu útbyggingarætlanir,
verður skipað ein teknisk nevnd við trimum limum, valdir av landsstýrinum.
§ 6. 011 lántøka telefonverksins verður skipað um landsstýrið, eins og nýtslan av
upptiknum lánum verður at góðkenna av landsstýrinum.
§ 7. Telefonverkið verður bundið við undirskrift av telefonverkstjóranum, har annað ikki
er ásett í hesi reglugerð ella við lóg.
30