Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 31
av havumhvørvinum fevna um 2. og 5. part viðvíkjandi olju og kloakkavlopsvatni umframt
3. og 4. part viðvíkjandi skaðiligum flótandi evnum og bjálvaðum evnum og tilfari, bingj-
um v. m.
2. stk. Rakstrarburturkast fevnir út um matrestir, um lutir úr plastikki so sum syntetisk
togverk, syntetisk gørn og ruskposar úr plastikki umframt pappírsvørur, klútar, glas, metal,
fløskur, leirvørur, avsprossingar-, fóðringar- og pakkingartilfar.
§ 12. í øllum havnum skal gerast ein skipan um móttøku av burturkasti.
§ 13. Havnarstýrið skal syrgja fyri, at tað innkomna burturkastið verður burturkastað
sambært teimum reglum um viðgerð av burturkasti, sum til eina og hvørja tíð standa við.
5. Partur.
Boð, klagur umframt revsing og kunngerðing.
§ 14. Um ein móttøkuskipan ella verk til viðgerð av restum og oljublandingum, og kloakk-
avlopsvatni og restum ikki kann nøkta tørvin, kann Vaktar- og Bjargingartænastan aftaná
samráðingar við Føroya Landsstýri geva havnarstýrinum ella teimum í § 5 nevndu
fyritøkum boð um at gera neyðuga víðkan av skipanini ella verkinum ella at lata eitt
viðgerðarverk byggja, sum umrøtt í § 4, 3. stk. og § 5, 2. stk.
§ 15. Avgerð hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, sum er tikin sambært § 5, 2. stk. og § 14
kann vera kærd fyri eini umhvørvisnevnd. Kærufreist er 4 vikur frá tí degi, awarðandi er
gjørdur kunnugur við avgerðina.
2. stk. Avgerðin hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni kann bert kærast av teimum, ið
avgerðina hava fmgið.
3. stk. Kæran skal latast Vaktar- og Bjargingartænastuni, ið sendir kæru til kærumyndug-
leikan saman við tilfarinum, ið er tikið við í avgerðina av málinum.
4. stk. Kæra tálmar ikki avgerðini, uttan so at kærumyndugleikin tekur aðra avgerð.
5. stk. Avgerðin hjá umhvørviskærunevndini er endalig.
§ 16. Tann, sum kemur sær undan at seta tær skipanir, sum eru nevndar í § 3, § 4, 1. stk.
og 3. stk., § 9 og § 12, í gildi, verður revsaður við bót ella varðhaldi, uttan so at hægri
revsing er uppiborin eftir lógini annars.
2. stk. Tann, sum kemur sær undan at fylgja einum kravi í § 5, 1. stk., ella ikki lýðir
boðunum í § 14, verður revsaður við bót ella varðhaldi, uttan so at hægri revsing er
uppiborin eftir lógini annars.
3. stk. Partafeløg, lutafeløg ella líknandi feløg, sum gera brot á hesa fyriskipan, kunnu
sum so fáa sektarábyrgd álagda.
§17. Kunngerðin kemur í gildi 1. mai 1987.
FØROYA LANDSSTÝRI, 8. apríl 1987.
Jóngerð Purkhús
landsstýrismaður
/Kjartan Hoydal.
47