Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 30
havnum, har tað er fyriskipað, at tað móttikna oljublandaða barlastar- ella tangaskolivatnið
verður flutt til viðgerðarverk/reinsiverk aðrastaðni ella verður beint av vegnum sambært
reglunum um burturbeining av oljuburturkasti.
§ 5. Vaktar- og Bjargingartænastan kann geva niðanfyri nevndu fyritøkum boð um at seta
eina skipan um móttøku av oljublandaðum barlastar- ella tangaskolivatni i verk:
a) »bunkringsfyritøkum«,
b) fyritøkum, sum taka sær av inn- ella avskiping av olju og
c) skipasmiðjum.
2. stk. Tann skipanin, ið er nevnd í 1. stk., skal antin fevna um reinsiverk til sundurskiljing
av tí móttikna oljublandaða barlastar- ella tangaskolivatninum í eina vatneind og eina
oljueind, ella vera ein skipan, har tað móttikna oljublandaða barlastar- ella tangaskolivatnið
verður flutt til reinsiverk aðrastaðni ella verður beint av vegnum sambært reglunum um
burturbeining av oljuburturkasti.
§ 6. Staðarbundin verk og verk, ið kunnu flytast, skulu hava sambindingarlið, sum kunnu
setast føst í frárenningarleiðingarnar í skipum. Tey nevndu verkini skulu harafturat hava
sambindingarlið við »flangsum« í givnu støddini smb. fylgisskjali 1 at taka ímóti oljukendum
blandingum úr maskinrúmsrennunum.
2. stk. 1. stk. hevur ikki gildi fyri bátahyljar.
§ 7. Fyri móttøkuskipanum og burturbeiningum av oljuburturkasti er galdandi í hesum
sambandi lóg um burturbeining av oljuburturkasti umframt reglur, ásettar við heimild í
hesari lóg.
3. Partur.
Kloakkavlopsvatn.
§ 8. »Kloakkavlopsvatn« verður at skilja soleiðis í hesi kunngerð:
a) frárensluevni ella annað burturkast frá einum og hvørjum toiletti,
b) frárensluevni frá vøskum, baðikørum og frárenningum úr sjúkrahúsum (apotekum,
sjúkrarúmum og líknandi),
c) frárensluevni úr støðum, haðani livandi dýr eru, ella
d) annað avlopsvatn, sum er blandað við frárensluevnum, sum nevnd eru undir a) - c).
§ 9. I øllum havnum skal gerast ein skipan um móttøku av kloakkavlopsvatni.
2. stk. Sambindingarliðið millum rørleiðingarnar úr verkinum og frárenningarleiðingarnar
til kloakkavlopsvatnið á skipinum skal hava »flangsur« í tí stødd, sum er nevnd í fylgi-
skjali 2.
3. stk. 2. stk. hevur ikki gildi fyri bátahyljar.
§10. Havnarstýrið skal syrgja fyri, at kloakkavlopsvatn, sum spríkir fram, skal beinast
burtur sambært teimum reglum um viðgerð av avlopsvatni, sum til eina og hvørja tíð standa
við.
4. Partur.
Burturkast.
§ 11. »Burturkast« verður í hesi kunngerð at skilja sum eitthvørt slag av rakstrarburtur-
kasti, sum kemur frá skipum og pallum, burtursæð frá teimum evnum, sum í lóg um verju
46