Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 233
7) skipið sigur vaktar- og bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis
uppgevur met yvir veiðunøgd, hvørt fiskaslagið sær.
§ 4. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið
gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm. Tað er ikki loyvt at
snøra posan, tó er loyvt at knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar á pos-
anum, til undirsíðuna á trolposanum (cod-endanum) fyri at minka um slit.
2. stk. Frá regluni í 1. stk. verður í 1988 gjørt tað undantakið, at loyvt verður í mesta lagi
20 skipum í senn at nýta skovlváð, trol ella líknandi net við meskum niður í 120 mm í veiðu
eftir upsa. Eisini verður í 1988 gjørt tað undantakið, at loyvast kann trolarum í beinleiðis
veiðu eftir upsa at nýta rundstroppar, soleiðis at fráleikin millum hvønn rundstroppin er í
minsta lagi 1 metur, at rundstropparnir eru festir í minsta lagi í tveimum støðum uttan á
trolposanum, at rundstropparnir eru úr sama tilfari sum í posalínuni á trolposanum, og at
rundstropparnir mugu ikki vera stytri enn 50% av ummáti trolposans, mált við strektum
meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har rundstroppurin er festur til trolposan. Skip
skulu boða vaktar- og bjargingartænastuni frá, tá ið tey byrja og enda fiskiskap sambært
hesum undantaksreglum, eisini tá lagt verður um frá øðrum fiskiskapi ella til annan fiski-
skap.
3. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur hesi mát sambært 1. og 2. stk., skal vera fyri seg
sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
4. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við ti ásetta mátinum lættliga ganga
gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur
vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Fiskur, ið ikki stendur niðanfyri nevndu mát, máldur fremst úr høvdinum til aftast á
stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan fisk umborð á nøkrum skipi,
men skal hann verða sleptur út aftur beinanvegin:
Toskur (Gadus morhua) 34
Flýsa (Melanogrammus aeglefinus) 31
Kalvi (Hippoglossus vulgaris) 45
Reyðsprøka (Pleuronectus platessa) 25
Lálla (Clyptocephalus cynoglossus) 28
Tunga (Microstomus kitt) 25
Glaskvoysa (Lepdorhomus whiff) 25
Hvítingur (Merlangus merlangus) 23
Sandsprøka (Limanda limanda) 15
Upsi (Pollachius virens) 35
§ 7. Brot móti reglunum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur fiski-
reiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur, uppstandarar v. m. og fongur koma undir
konfiskatión. Skipið kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða
tikið aftur, um førarin av skipinum er dømdur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1988.
FØROYA LANDSSTÝRI, 23. desember 1987.
Atli P. Dam
løgmaður / Kjartan Hoydal
249