Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 228
Nr. 115.
23. desember.
Kunngerð
um
veiðu av svartkjafti á landleiðini við skipum úr ávisum londum í 1988.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur
landsstýrið saman við marknaðarnevnd løgtingsins fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtinglóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini er
loyvt skipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í ávísum londum, samanber skjal 1, at
reka beinleiðis fiskiskap eftir svartkjafti (Trisopterus Poutassou) á sjóøki Føroya við tí
skipatali og eftir teimum nøgdum, ið eru tilskilaðar í skjalinum.
2. stk. I tíðarskeiðinum 1. januar til 30. apríl og frá 1. juli til 31. desember, allir 4 dagarnir
íroknaðir, er beinleiðis veiða av svartkjafti ikki loyvd, innanfyri linjur drignar 21 fjórðingar
frá grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”N 06°57’05”V)
og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30”N 07°27’00”V),
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N
06°40T5”V) og 195° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40T5”V) og
(c) á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju
1. 60°59’00”N 07°51’00”V.
2. 61°15’30”N 08°16’00”V.
3. 61°13’00”N 08°42T2”V.
4. 61°00’00”N 09° 11’00”V.
5. 60°48’40”N 09°25’00”V.
6. 60°25’50”N 09°09’00”V.
7. 60°36’30”N 08°45’00”V.
8. 60°45’40”N 08°37’00”V.
3. stk. I tíðarskeiðinum 1. mai - 30. juni, báðir dagar íroknaðir, er beinleiðis veiða av
svartkjafti ikki loyvd innan fyri linjur drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”N 06°57’05”V)
og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30”N 07°27’00”V),
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N
06°40’15”V) og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40T5”V),
(c) innan fyri 200 m dýpdarlinjuna millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”N
06°57’05”V) og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40T5”V) og ikki
innan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum, og
(d) á Føroya Banka, jbr. 2. stk. (c).
§ 2. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at:
(1) skipið hevur fingið fiskiloyvi til svartkjaftaveiðu,
(2) Vaktar- og Bjargingartænastan, áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn
skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og
-nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu og maskinhestakreftir,
(3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn
á landleiðina, og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á sjóøki Føroya,
flokkað eftir fiskasløgum og nøgd,
244