Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 144
§ 6. DRÁTTARDAGAR.
Dagarnir fyri teir tríggjar dráttirnar í hálvárinum, eru tilskilaðir á baksíðuni á hvørjum
lutaseðli. Nevndin kann tó í undantaksførum víkja frá hesum døgum.
§ 7. IVASPURNINGAR.
Samsvarandi lógini um happadrátt tekur nevndin endaliga avgerð um einhvønn spurning
dráttanna, teirra beinleika og gildi, undir ella aftaná dráttin.
§ 8. GJALDAN AV VINNINGUM.
Vinningur kann verða goldin frá tí degi, sum er nevndur í dráttarlistanum.
2. stk. Er vinningurin, sum er fallin til heilan ella býttan lutaseðil, 5.000 kr. ella undir,
verður hann goldin av seljaranum móti innflýggjan av lutaseðlinum.
3. stk. Er vinningurin størri enn 5.000 kr., skal seljarin skriva vinningin á seðilin, og síðani
verður seðilin sendur til Happadráttin, ið síðani ávísir vinningin til gjaldingar á Føroya
Gjaldstovu.
4. stk. Happadrátturin kann altíð loysa seg við at gjalda honum, ið seðilin hevur í hendi.
Um mótmæli er komið, áðrenn vinningurin er útgoldin, kann happadrátturin loysa seg frá
skyldu síni við at seta vinningin á vanligar treytir í sparikassa. Sparikassabókin verður
deponerað hjá gjaldstovuni og verður útflýggjað honum, sum við endaligan dóm ella á
annan nóg tryggan hátt prógvar rætt sín til vinningin. Um ikki semja er gjørd ella rættarmál
tingfest innan 3 mánaðir aftaná dráttardag, verður sparikassabókin við rentum latin honum,
ið seðilin hevur í hendi.
§ 9. MISSUR AV RÆTTI TIL VINNINGAR.
Tá 6 mánaðir eru farnir aftaná dráttardag, verða eingir vinningar goldnir, men fara teir í
landskassan. I serligum førum ger landsstýrið undantak frá hesi reglu innanfyri 12 mánaðir
frá dráttardegnum.
§10. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1988.
FØROYA LANDSSTÝRI, 13. oktober 1987.
Vilhelm Johannesen
landsstýrismaður
/J. Hilduberg.
160